Broytingar í lestrarstuðulslógini

 23. desember 2010 samtykti Løgtingið nakrar broytingar í lestrarstuðulslógini – víst verður til “Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul”, lóg nr. 135 frá 28. desember 2010.

Niðanfyri verða tær týdningarmestu broytingarnar nevndar:

Broytingar 1. januar 2011:

-Studningurin lækkar úr kr. 2.200 til kr. 1.800 hjá miðnámsskúlanæmingum, ið búgva heima hjá foreldrunum.
-Ferðastudningurin uttanlands lækkar, bæði fyri lesandi og børn teirra. Víst verður til niðanfyri standandi talvu. 
-Lesandi við Heilsuskúla Føroya hava møguleika at søkja um verkætlanarstudning.
-Verkætlanarstudningurin verður framyvir tann skjalprógvaða upphæddin av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó í mesta lagi upphæddin fyri lesandi sbrt. talvuni niðanfyri. 
-Stuðulsupphæddirnar verða ikki prístalsjavnaðar 1. august 2011 
-Rentan av lestrarlánum hækkar við 2% eftir lestur – úr 1% til 3% omanfyri diskontuna hjá Tjóðbankanum.

 Ferðastudningurin

Danmark

 Europa
(- Danmark og Grønland)

Aðrastaðni 

 Lesandi

 kr. 2.400

kr. 4.000

 kr. 5.000

 Børn: 0 – 1 ár

 kr. 300

 kr. 500

 kr. 700

 Børn: 2 – 11 ár

 kr. 1.400

 kr. 2.300

 kr. 3.500 

Børn: 12 – 16 ár

kr. 2.400

kr. 4.000


kr. 5.000

  Broytingar 1. august 2011:
- Studningurin verður inntøkujavnaður í mun til egna A-inntøku. Er miðal útgoldna A- inntøkan hjá umsøkjaranum undir kr. 10.000 um mánaðin í lestrartíðini, verður eingin inntøkujavning í studninginum. Fer útgoldna A-inntøkan upp um kr. 10.000, verður inntøkujavnað í studninginum stigvíst í mun til A-inntøkuna. Kunnað verður nærri um inntøkujavningina áðrenn skipanin verður sett í gildi.
- Harafturat er ætlanin at skerpa krøvini nakað hjá miðnámsskúlanæmingum, ið leiga. Í § 7, stk. 3 í lógini er m.a. heimild at áseta treytir í samband við leigu av bústaði. Ætlanin er í kunngerð at nágreina reglurnar á leið soleiðis:
Øll, ið leiga, skulu: 

  • saman ið lestrarstuðulsumsóknini viðleggja bústaðarváttan frá Landsfólkayvirlitinum ella kommununi. 
  • flyta leiguupphæddina á kontu í peningastovni. Bert hesin gjaldsháttur verður góðkendur av Studna. 
  • eftir áheitan frá Studna, skulu tey, ið leiga, leggja húsaleigukvittanir ella kontuavrit fram fyri hvønn mánað í  stuðulsárinum. Talan skal vera um flyting gjøgnum peningastovn, ið skal lúka hesi krøv: 
    • at tað sæst á flytingini, at talan er um húsaleigu, 
    • at tað sæst, hvør leigarin og útleigarin er, 
    • at húsaleigan fyri hvønn mánað minst er kr. 1.200
    • at flytingarnar eru dagførdar, t.v.s. at tær verða gjørdar mánaðarliga, 
    • at tað framgongur, hvønn mánað goldið er fyri.
      • Nýtt telefon nr. - 14. mai 2013
        Ferðastuðulin til lesandi uttanlands - 29.11.2012
        Studni á Hoydalsvegi 1 - 22.08.2012
        Inntøkumarkið hækkað ..... - 04.01.2012
        Ásetingar um inntøkujavningina - 21.10.2011
        Tíðindaskriv: Inntøkujavning
        Studni - nýggja navnið á Stuðulsstovninum - 16.06.2010
        Til USA at lesa - avgreið tíni visa-viðurskifti í Reykjavík. - 16.06.2010
        Nýggjur studningur til einsamallar uppihaldarar
        Føroyskir arbeiðsgevarar røkka nú teim lesandi - 16.06.2010
        Ymiskar stuðulsbroytingar frá 1. januar 2010 - 16.06.2010
        Nýggir stuðulsmøguleikar til skúlagjaldið