|
Nær verður mánaðarligi stuðulin útgoldin?
| Nær verður mánaðarligi stuðulin útgoldin? | Meginreglan er, at stuðulin skal verða á kontu hjá tær innan mánaðurin er úti. Av tí at Studni má taka atlit til útgjald hjá øðrum almenni stovni, verður stuðulin vanliga ikki á kontu fyrrenn síðsta ella ein av síðstu døgunum í mánaðinum. Víst verður til kalendaran, nær stuðulin verður á kontu henda mánaðin.
|
|
|
Nær fæst studningur, tá tú verður 18 ár?
|
|
Nær verður útgoldið í byrjanini av skúlaárinum (august og september)?
| Nær verður útgoldið í byrjanini av skúlaárinum (august og september)?
| Um tú heldur fram á somu útbúgving lestrarárið 2012/2013, fært tú studningin fyri august útgoldnan síðst í august mánaði.
Um tú byrjar eina nýggja útbúgving lestrarárið 2012/2013 og letur umsóknarblaðið inn í byrjanini av skúlaárinum, fært tú studningin fyri august útgoldnan um hálvan september, og studningurin fyri september útgoldnan síðst í september.
|
|
|
Hvussu renta lestrarlán?
| Hvussu renta lestrarlán?
| Lestrarlán renta við 2% p.a. í útbúgvingartíðini. Eftir lokna útbúgving verða lestrarlán rentað við 3% yvir diskontuni. Diskontan var 0,75 % p.a. tann 1. mars 2012. Rentan eftir lokna úbúgving er í dag 3,75% p.a.
|
|
|
Nær skal lánið gjaldast aftur?
| Nær skal lánið gjaldast aftur?
| Tú byrjar vanliga at gjalda aftur lestrarlán og rentur, eitt ár aftaná, at tað stuðulsárið er endað, har ið útbúgvingin er lokin ella steðgað. Um tú innan 15 mánaðir eftir hesa útbúgving, byrjar eina aðra útbúgving, verður útbúgvingin ikki søgd at verða lokin. Tað sama er galdandi, um ein fyribils steðgað útbúgving, verður tikin uppaftur innan fyri somu tíðarfreist.
|
|
|
Hvussu skal lánið afturgjaldast?
| Hvussu skal lánið afturgjaldast? | Afturgjaldsupphæddin verður ásett av Studna í mun til samlaðu skuldina. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi 15 ár. Hvørt gjaldið skal í minsta lagi verða kr. 300 um mánaðin.
|
|
|
Kann lánið afturgjaldast við størri upphædd og skjótari enn ásett av Studna?
|
|
Nær er umsóknarfreistin fyri vanligan lestrarstuðul?
| Nær er umsóknarfreistin fyri vanligan lestrarstuðul?
| Stuðul fæst frá tí lestrarhálvuni, tá ið søkt verður, t.v.s. at umsóknarfreistin fyri eina útbúgving, ið byrjar í august mánað er 31. desember sama ár. Um søkt verður t.d. í mars mánað árið eftir, fæst bert stuðul frá januar mánað. Lestrarhálvurnar eru frá 1. august til 31. desember, og frá 1. januar til 30. juni.
|
|
|
Nær eru umsóknarfreistin fyri ferðastuðulin uttanlands?
| Nær eru umsóknarfreistin fyri ferðastuðulin uttanlands?
| Fyri tey, ið byrja at lesa í heystlestrarhálvuni, er umsóknarfreistin 30. juni árið eftir.
Fyri tey, ið byrja at lesa í várlestrarhálvuni, er umsóknarfreistin 31. desember sama ár.
Minnist til, at ferðastuðulin uttanlands skal søkjast á hvørjum ári.
Tey, ið byrja útbúgvingina um heystið, skulu søkja um várið árið eftir.
Tey, ið byrja útbúgvingina um várið, skulu søkja um heystið sama ár.
|
|
|
Hvussu verður ein verkætlan allýst ella definerað?
| Hvussu verður ein verkætlan allýst ella definerað?
| Við eina verkætlan skilst: a) størri uppgáva í samband við hægri lesna t. d. høvuðsuppgáva ella størri ritgerð, b) starvsvenjing t.d. á læraraskúla í øðrum landi og c) uppihald á øðrum lærustovni; sum dømi um hetta kunnu nevnast Nordkurssummarskeiðini í Norðurlondum. |
|
|