Ferðastudningur

Endamálið við ferðastudninginum er at stuðla føroyingum, ið leita sær til onnur lond í útbúgvingarørindum, í at koma heim til Føroya eftir lokna útbúgvingartíð. Hetta verður gjørt við at stuðla fíggjarliga, soleiðis at tey lesandi og børn teirra hava møguleika at koma heim til Føroya eina ferð um árið.

Treytir

Um tú lýkur fylgjandi treytir, kanst tú søkja um ferðastudning: 

Tú skalt hava serligt tilknýti til Føroyar og kravið er: 

  • at tú hevur búð í Føroyum í minsta lagi tvey av teimum seinastu trimum árunum beint undan lestrarbyrjan, ella  
  • at tú hevur búð í Føroyum í minsta lagi helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrjan
  • harumframt kann undantak gerast sambært § 12 í kunngerð um lestrarstuðul.  

Tú  skalt ganga á eini góðkendari fulltíðarútbúgving uttan fyri Føroyar, ið er 1 lestrarár ella longri. 

Tú skalt vera lestrarvirkin. Tú ert lestrarvirkin, um tú ikki ert meira enn eitt ár afturúr í lesnaðinum í mun til ásettu lestrartíðina. Harafturat skalt tú møta til frálæruna, lata inn kravdar uppgávur og fara til próvtøkurnar eftir teimum reglum, sum eru galdandi á útbúgvingarstovninum. 

Tú skalt vera heiltíðarlesandi. Hetta merkir, at um tú gongur á eftirskúla, miðnámsskúla ella á líknandi útbúgving, skalt tú í minsta lagi hava 20 frálærutímar um vikuna ella tað tímatal, ið lestrarstuðulsstovnurin í viðkomandi landi krevur fyri at veita stuðul. Fyri aðrar útbúgvingar verður farið eftir treytunum um lestrarvirkni omanfyri, tá metast skal um heiltíðarlestur. Í ivamálum tekur Studni avgerð. 

Um tú ert í partvíst løntari útbúgving, ert tú ikki stuðulsheimilað/ur, um meira enn ½ av inniverandi lestrarári er lønt.

Útbúgvingar, ið enda við 1/2 lestrarárum

Nakrar framhaldsútbúgvingar eru 2½, 3½ ella 4½ lestrarár til longdar.

Er útbúgvingin t.d. longri enn 3 ár, men styttri enn 3½ ár, fáast bert tríggir ferðastudningar, men er útbúgvingin 3½ lestrarár, t.v.s. 7 lestrarhálvur (semester), er møguligt at fáa 4 ferðastudningar. 

Tú skalt bert vera varug/ur við, at so hevur tú nýtt 4 ferðastudningar av teirri samlaðu kvotuni upp á 6 ferðastudningar til framhaldslestur.

Børn

Um tú hevur uppihaldsskyldu, kanst tú søkja um ferðastudning til børnini.

Ferðastudningurin verður bert veittur børnum, ið ikki hava fylt 16 ár áðrenn 31. juli 2012. Lesa báðir uppihaldararnir, kann bert annar søkja. Búgva uppihaldararnir ikki saman, kann bert tann, sum barnið býr hjá, søkja.

Avrit av navnabrævi hjá barni/børnum skal vera lagt við umsóknini, tá søkt verður um ferðastudning til barn/børn.

Stuðulstíð og -freistir

Ferðastudningur verður í mesta lagi veittur til framhaldslestur í 6 ár og ongantíð meira enn 1 ár eftir ásettu lestrartíðina. Undantak frá teimum 6 árunum kann tó gerast, um ásetta lestrartíðin er longri enn 5 ár fyri eina útbúgving. 
Studni kann harumframt gera undantak frá reglunum, um lestrartíðin er longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð, ættleiðing ella vísindaligt arbeiði. Skjalprógv skal viðleggjast í hesum førunum. 

Ferðastudningur skal ikki søkjast fyrr enn ½ lestrarár er runnið og skal søkjast innan lestrarárið er útrunnið. 
Hetta merkir t.d., at ein, ið byrjar lesturin um heystið í august-september mánaði, ikki kann søkja um ferðastudning fyrr enn várlestrarhálvan byrjar í januar-februar mánaði og skal hava søkt, áðrenn várlestrarhálvan endar. T.v.s. at umsóknarfreistin fyri hesi er 30. juni. 

Fyri tey, sum byrja lesturin um várið, t.d. í januar mánaði, kann ferðastudningurin ikki søkjast fyrr enn í august mánaði, og er umsóknarfreistin fyri hesi 31. desember. 
Tað stutta av tí langa er, at ein lesandi altíð skal søkja um ferðastudning í líkatalslestrarhálvum at rokna frá egnari lestrarbyrjan. 

Tá Studni hevur fingið umsóknina aftur saman við øllum teimum neyðugu skjalprógvunum (sí vegleiðingina til teigarnar á umsóknarblaðnum), verður peningurin goldin á kontu í einum føroyskum ella donskum peningastovni. Um umsóknin ikki verður gingin á møti, verður avvísingarskriv sent.

Ferðastudningsupphæddir

Danmark Europa
(-Danmark og Grønland)
Aðrastaðni

Lesandi

kr. 1.500

kr. 3.100

kr. 4.100

Børn: 0 - 1 ár

kr. 200

kr. 400

kr. 600

Børn: 2 - 11 ár

kr. 900

kr. 1.800

kr. 3.000

Børn: 12 - 16 ár

kr. 1.500

kr. 3.100

kr. 4.100

Umsóknarfreist

30. juni Lesnaður um heystið
31. desember Lesnaður um várið