22. august 2012

Studni á Hoydalsvegi 1

Studni fluttur á Hoydalsveg 1

Stutt fyri summarfrítíðina flutti Studni úr Mentamálaráðnum á Hoyvíksvegi 72 oman í býin. Studni húsast nú á Hoydalsvegi 1, millum Havnará og KFUM. 

Brot úr søguni hjá húsunum: Húsini vóru upprunaliga bygd í 1914 og var tað Oluf Skaalum, fyrrverandi blaðstjóri á Dimmalætting, ið lat húsini byggja. Í bókini “Úr lágari lon” skrivar Olaf m.a. fylgjandi: “Vit fluttu tí niðan á Sanatoriivegin, beint við viðarlundina og Havnará, sum rennur oman gjøgnum býin. Her uppi bygdu vit eini góð timburhús, bjálvað millum klædningarnar, soleiðis sum vanligt var tá í Føroyum. Flagtak høvdu vit á húsunum, og vit høvdu gott útsýni oman yvir býin og út á vágna. Í juli í 1914 fluttu vit inn – nakrar fáar dagar áðrenn fyrra heimskríggið brast á”. Jóanes í Stórustovu keypti húsini í 1918, tá Olaf flutti til Danmarkar. Seinni yvirtók landið húsini og Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, búði saman við familjuni í húsunum í tíðarskeiðnum 1951 – 1969. Tá Eli Nolsøe var landsstýrismaður í fyrru helvt av 70’unum búði hann saman við familjuni í húsunum í 4 ár. Síðstu árini fólk búðu í húsunum, vóru tey leigað út til lesandi. 

Húsini í dag: Nú knapt 100 ár eftir at húsini upprunaliga vóru bygd, eru tey gjørd í stand av nýggjum. Upprunaligi stílurin er varðveittur uttandura, meðan innan eru tey gjørd til tørvin hjá Studna. Tó eru partar av tí gamla varðveitt. Á miðhæddini eru gomlu bjálkaloftini frammi, á loftinum er opið upp undir tróðrið og hanabjálkarnir síggjast. Harafturat kann nevnast, at nýggja úthurðin og nýggja trappan upp á loft eru gjørdar við gomlu úthurðini og gomlu trappuni sum fyrimynd. 

Tað er Húsavarðartænastan, ið hevur havt arbeiðið undir hond við eftirliti av Bárði í Baianstovu, arkitekti, hjá Landsverki.

Yvirskrift, um tørvur er á tí