Ofta settir spurningar

Nær verður mánaðarligi stuðulin útgoldin?

Meginreglan er, at stuðulin skal verða á kontu hjá tær innan mánaðurin er úti. Av tí at Studni má taka atlit til útgjald hjá øðrum almenni stovni, verður stuðulin vanliga ikki á kontu fyrrenn síðsta ella ein av síðstu døgunum í mánaðinum. Víst verður til kalendaran á forsíðuni, nær stuðulin verður á kontu.

Nær fæst studningur, tá tú verður 18 ár?

Studningur fæst mánaðin eftir, at tú fyllir 18 ár. 
Dømi: Verður tú 18 ár í oktober mánaði, verður studningur útgoldin fyrsu ferð síðst í november mánaði.

Nær verður útgoldið í byrjanini av skúlaárinum (august og september)?

Um tú heldur fram á somu útbúgving, fært tú studningin fyri august útgoldnan síðst í august mánaði. 
Um tú byrjar eina nýggja útbúgving og letur umsóknarblaðið inn í byrjanini av skúlaárinum, fært tú studningin fyri august útgoldnan um hálvan september, og studningurin fyri september útgoldnan síðst í september.

Hvussu renta lestrarlán?

Lestrarlán renta við 2% p.a. í útbúgvingartíðini. Eftir lokna útbúgving verða lestrarlán rentað við 3% yvir diskontuni. Diskontuna finnur tú á Nationalbanken.dk.

Nær skal lánið gjaldast aftur?

Tú byrjar vanliga at gjalda aftur lestrarlán og rentur eitt ár aftaná, at tað stuðulsárið er endað, har ið útbúgvingin er lokin ella steðgað.

Um tú, innan 15 mánaðir eftir hesa útbúgving, byrjar eina aðra útbúgving, verður útbúgvingin ikki søgd at vera lokin. Tað sama er galdandi, um ein fyribils steðgað útbúgving verður tikin uppaftur innan fyri somu tíðarfreist.

Hvussu skal lánið gjaldast aftur?

Afturgjaldsupphæddin verður ásett av Studna í mun til samlaðu skuldina. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi 15 ár. Hvørt gjaldið skal í minsta lagi vera kr. 300 um mánaðin

Kann lánið gjaldast aftur við størri upphædd og skjótari enn ásett av Studna?

Ja. Um tú hevur hug, kanst tú gjalda alt lánið aftur beinanvegin. Tú skalt bara ikki gjalda minni og yvir longri tíðarskeið enn ásett av Studna.

Nær er umsóknarfreistin fyri vanligan lestrarstuðul?

Stuðul fæst frá tí lestrarhálvuni, tá ið søkt verður. T.v.s. at umsóknarfreistin fyri eina útbúgving, ið byrjar í august mánaði, er 31. desember sama ár. Um søkt verður t.d. í mars mánaði árið eftir, fæst bert stuðul frá januar mánaði. Lestrarhálvurnar eru frá 1. august til 31. desember, og frá 1. januar til 30. juni.

Nær er umsóknarfreistin fyri ferðastudningin uttanlands?

Fyri tey, ið byrja at lesa í heystlestrarhálvuni, er umsóknarfreistin 30. juni árið eftir. 
Fyri tey, ið byrja at lesa í várlestrarhálvuni, er umsóknarfreistin 31. desember sama ár. 
Minnist til, at ferðastudningurin uttanlands skal søkjast á hvørjum ári. 
Tey, ið byrja útbúgvingina um heystið, skulu søkja um várið árið eftir. 
Tey, ið byrja útbúgvingina um várið, skulu søkja um heystið sama ár. 
 

Hvussu verður ein verkætlan allýst ella definerað?

Við eina verkætlan skilst: 
a) størri uppgáva í sambandi við hægri lesnað. Talan skal vera um høvuðsuppgávu, ella størri ritgerð, ella kanningarferð, ið er kravdur partur av lestri, ið telur í minsta lagi 10 ECTS, 
b) starvsvenjing í minsta lagi 2 vikur t.d. á læraraskúla, og 
c) uppihald á øðrum lærustovni herundir skiftislestur. Sum annað dømi um hetta kunnu nevnast Nordkurssummarskeiðini í Norðurlondum.