Mínboks

Bílegg brúkara til Mínlykil og Mínboks

Fyri at stovna tær Mínboks, er neyðugt at tú byrjar við at bíleggja Mínlykil.

Mínlykil kann bíleggjast við at fara inn á Mínlykil, trýst á Bílegg Mínlykil, og fylg mannagongdini har.

Tá Mínlykil er stovnaður og verksettur, kanst tú rita inn á Mínboks og harvið gjøgnumføra stovnanina av Mínboks.

Í høgru síðu kanst tú fylgja vegleiðingunum um, hvussu tú bíleggur, verksetur og søkir um studning við Mínlykil.

Les meira um Mínlykil og Mínboks á Mínboks.

Møguligt er eisini at nýta "gamla" netbanka-login.

 

Soleiðis útfyllir tú talgilda umsóknarblaðið

1.    Far inn á Mínboks á www.minboks.fo.

2.    Innrita við Mínlykil.

3.    Trýst á “Útfyll oyðublað” og trýst á “Studni”

4.    Vel “Lestrarstudningur í Føroyum”.

5.    Fyll teigarnar út (nú verður tú vegleidd/-ur ígjøgnum umsóknarblaðið).

6.    Hav viðheftu skjølini tøk. Øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-sniði.

7.    Set  í “Eg vátti undir trúnaðartreytum” og trýst á “Send”.

8.    Umsóknin fer nú til skúlan, ið skal vátta, at tú ert lesandi við skúlan.

9.    Síðani verður umsóknin viðgjørd á Studna.

 

Stovna tær Mínlykil

Tú kanst fáa tær tín egna Mínlykil við at fylgja vegleiðingunum niðanfyri