Útbúgvingarvegleiðarin

kann vegleiða tær við spurningum um útbúgvingar bæði í Føroyum og uttanlands. Antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.

Í 2019 flutti virksemið hjá Altjóða Skrivstovuni, sum tekst við vegleiðing innan útbúgving, frá Fróðskaparsetrinum til Studna. Endamálið er at savna yvirskipaðu kunningina og vegleiðingina um útbúgvingar- og stuðulsmøguleikar í Føroyum og uttanlands á einum staði.

Til ber at ringja á telefon 555090 í telefontíðini:

Mánadag og týsdag  kl. 10 -  16

Mikudag kl. 10 – 18

Hósdag stongt.

Fríggjadag kl. 10 - 14

Eisini ber til at skriva teldupost til spyrbara@studni.fo. Tú ert vælkomin til at skriva eitt sindur um tína skúla-/lestrargongd higartil, hetta lættir um vegleiðingina. Eisini kanst tú skriva títt telefonnummar, so vit kunnu seta okkum í samband við teg, um neyðugt.

Um tú ynskir at koma framvið, er best um tú ringir ella skrivar áðrenn, so slepst undan bíðitíð.

Um tú ert lesandi á Fróðskaparsetrinum, skalt tú seta teg í samband við Altjóða Skrivstovuna á Fróðskaparsetrinum ella Lestrarskrivstovuna um innanhýsis ivamál. Til dømis um tú ynskir at fara á skiftislestur, ella um annað ið viðvíkur Fróðskaparsetrinum.