06. september 2019

Kundi tú hugsað tær at farið undir lesnað?

Kom og fá kunning og vegleiðing 17. september 2019 í Norðurlandahúsinum

Hetta er skráin fyri MÚ-2019

Markleys útbúgving 2019 verður 17. september 2019 frá kl. 9-15 í Norðurlandahúsinum. 

Endamálið við tiltakinum er at kunna og vegleiða øllum, ið ynskja at fara undir útbúgving, bæði í Føroyum og uttanlands. Á tiltakinum vera umboð fyri føroyskar útbúgvingarstovnar og útlendsk umboð koma at umboða ymisk lond. Frá teimum kanst tú fáa ráð og kunning um millum annað ymiskar útbúgvingarmøguleikar, og hvussu tú skalt bera teg at fyri at søkja inn. 

Tiltakið er ókeypis og alment.

Les meira um tiltakið her, har tú eisini kann síggja skránna

Yvirskrift, um tørvur er á tí