17. juni 2021

Studni søkir eftir skrivstovufólki

Eitt hálvtíðarstarv sum skrivstovufólk/málsviðgeri er leyst at søkja á Studna

Eitt hálvtíðarstarv sum skrivstovufólk/málsviðgeri er leyst at søkja á Studna. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Starvið

Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:

  • Umsiting av lestrarlánum
  • Telefon og avgreiðsla
  • Aðrar skrivstovuuppgávur

Førleikakrøv

Vit vænta okkum m.a. at umsøkjarin:

  • Hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • Hevur førleika til at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og áhugavert starv við nógvum samskifti úteftir
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi
  • Góðar starvsfelagar

Setanar- og lønartreytir

Starvið er lønt í 4. lønarflokki sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Talan er um eitt ½-tíðar starv.

Umsókn

Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:

Studni, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn ella við telduposti á umsokn@studni.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. juni. Starvið verður sett skjótast til ber.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Jørgen Meitilberg, leiðara á Studna, tlf. 555080.

 

Yvirskrift, um tørvur er á tí