Fyri at stovna tær Mínboks, er neyðugt at tú byrjar við at bíleggja Mínlykil.
Mínlykil kann bíleggjast við at fara inn á Mínlykil, trýst á Bílegg Mínlykil, og fylg mannagongdini har.
Tá Mínlykil er stovnaður og verksettur, kanst tú rita inn á Mínboks og harvið gjøgnumføra stovnanina av Mínboks.
Í høgru síðu kanst tú fylgja vegleiðingunum um, hvussu tú bíleggur, verksetur og søkir um studning við Mínlykil.
Les meira um Mínlykil og Mínboks á Mínboks.
Møguligt er eisini at nýta "gamla" netbanka-login.
1. Far inn á Mínboks á www.minboks.fo.
2. Innrita við Mínlykil.
3. Trýst á “Útfyll oyðublað” og trýst á “Studni”
4. Vel “Lestrarstudningur í Føroyum”.
5. Fyll teigarnar út (nú verður tú vegleidd/-ur ígjøgnum umsóknarblaðið).
6. Hav viðheftu skjølini tøk. Øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-sniði.
7. Set √ í “Eg vátti undir trúnaðartreytum” og trýst á “Send”.
8. Umsóknin fer nú til skúlan, ið skal vátta, at tú ert lesandi við skúlan.
9. Síðani verður umsóknin viðgjørd á Studna.
Tú kanst fáa tær tín egna Mínlykil við at fylgja vegleiðingunum niðanfyri