Útbúgvingarvegleiðarin

kann vegleiða tær við spurningum um útbúgvingar bæði í Føroyum og uttanlands. Antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.

Telefonavgreiðslan hjá útbúgvingarvegleiðaranum er í eitt tíðarskeið broytt. Til ber at ringja á telefon 555090 í telefontíðini:

  • Mánadag til fríggjadag frá 9- 12

Eisini ber til at skriva teldupost til vegleiding@uvs.fo. Tú ert vælkomin at skriva eitt sindur um tína skúla-/lestrargongd higartil; hetta lættir um vegleiðingina. Eisini kanst tú skriva títt telefonnummar, so vit kunnu seta okkum í samband við teg, um neyðugt.

Um tú ynskir at koma framvið, er best um tú ringir ella skrivar áðrenn, so slepst undan bíðitíð.

Um tú ert lesandi á Fróðskaparsetrinum, skalt tú seta teg í samband við Altjóða Skrivstovuna á Fróðskaparsetrinum ella Lestrarskrivstovuna um innanhýsis ivamál. Til dømis um tú ynskir at fara á skiftislestur, ella um annað, ið viðvíkur Fróðskaparsetrinum.