Soleiðis søkir tú um stuðul í og uttanfyri Danmark

Tá ið tú skal søkja um at fáa studning til tína útbúgving uttanfyri Danmark er meginreglan, at SU í Danmark veitur tær stuðul. SU veitur stuðul til útbúgvingar ið eru SU-góðkendar, ið síggjast á fast track listanum. Meginreglan hjá SU er, at útbúgvingar uttanfyri Danmnark eru góðkendar fyri 4 ár í senn, tí kann tað vera at útbúgvingin, ið tú ert áhugað/ur í, júst er farin av listanum. Viðgerðartíðin er millum 6 vikur og 3 mánaðir. Eitt sum tú skal leggja tær í geyma er, at tað er ikki ein treyt at tú ert upptikin á útbúgvingini fyri at fáa hana SU-góðkenda. Tí kanst tú, áðrenn tú veit um tú ert sloppin inn, søkja um at fáa útbúgvingar á fast track listan. Tað kostar einki og er ikki bindandi. Við at søkja beinanveg, minkar tú um sannlíkindini fyri at tú fer úr Føroyum og fær studningin eftir eina tíð uttanlands. 

Her kemur ein vegleiðing ið vísur hvussu tú ger fyri at fáa útbúgvingina SU-góðkenda, um hvussu tú søkir um studning, skúlagjald og ferðastuðul.

1. Góðkenning av útbúgvingini (uttanfyri Danmark)

Tað fyrsta tú skal gera er at kanna um útbúgvingin er á Fast track listanum. Fast Track-listin er ein listi yvir SU góðkendar útbúgvingar. Meginreglan hjá SU er at útbúgvingarnar eru góðkendar fyri 4 ár í senn, og listin er at finna her. Les allar reglur og treytir um góðkenningar av útbúgvingum hjá SU her. Um útbúgvingin er á fast-track listanum, og útbúgvingin hevur ein endadato, ið er eftir tú skal byrja í skúla er útbúgvingin SU-góðkend, so kanst tú fara til punkt 2. 

Um útbúgvingin ikki er á Fast track listanum, skal tú søkja um at fáa útbúgvingina á listan. Tað gert tú soleiðis:

  • Um tú hevur CPR-nummar og danskt nemid søkir tú soleiðis.
  • Um tú hevur CPR-nummar, og ikki hevur dankst Nemid, kanst tú søkja um at fáa eitt Nemid tilknýtt til títt CPR-nummar, og soleiðis søkja talgilt. Tú søkir um nemid her, vel "søg som udenlandsdansker". Eftir at tú hevur bílagt Nem-id, fært tú lyklakortið sent til tína adressu, síðani kanst tú fáa eitt fyribils loyniorð útflýggjað hjá Ríkisumboðnum í Tórshavn. Minst til at hava pass ella koyrikort við, har CPR-nummari framgongur. Um tú ert farin uttanlands, ber til at fáa Nemid útflýggja á donsku sendistovuni í tí landinum tú ert búsitandi í.
  • Um tú ikki hevur CPR nummar og dankst Nem-id, skalt tú søkja umvegis pappír og senda umsóknina við brævposti. 
    • Tú skal útfylla hetta umsóknarblaðið: Ansøgning om godkendelse af uddannelse i udlandet til SU og udenlandsstipendium.
    • Tá ið søkt verður um at fáa eina útbúgving SU góðkenda skal ein váttan um bústað viðleggjast. Hesa váttanina fært tú frá kommununi ið tú býrt í nú. Tað skal vera ein váttan ið vísur, at tú hevur búð í Føroyum í samanhangandi seinastu 2 árini ella helvtina av sínum lívi til samans. 
    • Eisini skalt tú eisini leggja avrit av tínum passi við umsóknini, og fylla út oyðublaðið PÅ TRO OG LOVE
    • Umsóknin skal sendast við pappírposti til SU í Danmark. Tú finnur bústaðin her.
    • Viðgerðin kann taka einar 6-9 vikur. So minst til at søkja góðari tíð, so tú sleppur undan at fara úr Føroyum uttan studning. 
  • Uttan mun til um tú søkir við ella uttan CPR-nummar og nemid, so skal tú leggja eina váttan við umsóknini um at skúlin (um hann ikki er á fast track listanum) er alment góðkendur (offentligt anerkendt). Um skúlin er á fast track listanum skalt tú leggja eina váttan um, at útbúgvingin er alment góðkend í landinum (offentligt anerkendt). Hetta merkir at skúlamálaráðið í landinum góðkennir skúlan og útbúgvingina. Tú kanst fáa hesa váttan, við at venda tær til skúlan og fáa tey at senda tær eitt, tí summir skúlar liggja inni við hesum skjalinum. Um tey ikki kunnu tað, so kanst tú printa/goyma eina útskrift frá td. UCAS (í UK) har man kann lesa um útbúgvingina. Her er eitt dømi

2. Søk um stuðul frá SU til livikostnað

Um tú skal lesa í Danmark, trýst so her fyri at síggja hvussu tú søkir um studning.  

Um útbúgvingin er á fast track listanum, og ikki hevur ein endadato sum er áðrenn tú skal byrja í skúla. Kanst tú søkja um SU í fyrsta lagið 3 mánaðir áðrenn tú byrjar. Um tú ikki skal lesa í Danmark, men søkir um stuðul frá SU í Danmark gert tú soleiðis: 

  • Um tú hevur CPR-nummar, og ikki hevur dankst Nemid, kanst tú søkja um at fáa eitt Nemid tilknýtt til títt CPR-nummar, og soleiðis søkja talgilt. Tú søkir um nemid her, vel "søg som udenlandsdansker". Eftir at tú hevur bílagt Nem-id, fært tú lyklakortið sent til tína adressu, síðani kanst tú fáa eitt fyribils loyniorð útflýggjað hjá Ríkisumboðnum í Tórshavn. Eisini kanst tú seta teg í samband við tín peningastovn og spyrja um tey hava møguleika fyri at hjálpa tær við Nemid. Minst til at hava pass ella koyrikort við, har CPR-nummari framgongur. Um tú ert farin uttanlands, ber til at fáa Nemid útflýggja á donsku sendistovuni í tí landinum tú ert búsitandi í.
  • Um tú ikki hevur CPR nummar ella Nemid, kanst tú lesa meir um tað her. Tú skal tú útfylla hetta oyðublaðið. Legg avrit av upptøkubrævinum frá útbúgvingarstovninum, og avrit av góðkenningini frá SU-styrelsen við umsóknini. Fylg annars hesi vegleiðing. Eisini skal ein váttan um bústað viðleggjast. Hesa váttanina fært tú frá kommununi ið tú býrt í nú. Tað skal vera ein váttan ið vísur, at tú hevur búð í Føroyum í samanhangandi seinastu 2 árini ella helvtina av sínum lívi til samans. Eisini skalt tú eisini leggja avrit av tínum passi við umsóknini, og fylla út oyðublaðið PÅ TRO OG LOVE

Tað ber ikki til at søkja um SU við afturvirkandi kraft. Seinasta freist at søkja um SU í einum mánaði er seinasti dagurin í mánaðinum. Ikki uttan so at tú ikki hevur kunna søgt um SU, tí at útbúgvingin ikki var SU góðkend. 

Byrjar útbúgvingin eftir 20. í mánaðinum, fært tú ikki stuðul fyrr enn mánaðin eftir.

Seinasta freist at søkja um SU ella broyta SU í einum kalendaraári er 1. desember.

SU letur stuðul til útbúgvingar uttanfyri Danmark í 4 ár. Studni kann veita stuðul upp til 2 ár aftrat. Les meir her

3. Søk um stuðul frá ÚSUN til skúlagjaldið/Tuition Fee

Um SU í Danmark ikki játtar, at veita tær studning um tú lesur uttanfyri Norðanlond, kanst tú søkja ÚSUN um studning, bæði til livikostnað og skúlagjald. Les meir her.  

Minst til at søkja um ÚSUN, áðrenn endan á fyrstu lestrarhálvu, freistin er 31. desember hjá teimum sum byrja um heystið, og 30. juni hjá teimum ið søkja um várið. Søk hóast tú ikki hevur fingið SU góðkenningina til útbúgvingina. Hetta er tó vanliga ikki galdandi fyri Norðanlond.

4. Søk um ferðastuðul í 2. lestrarhálvu

Minst til á hvørjum ári at søkja um ferðastuðul í 2. lestrarhálvu. Umsóknarblaðið finnur tú her

5. Skattur tá ið tú fær SU

Um tú lesur uttanfyri Danska kongaríkið, ber tað í summum londum til at søkja um ikki at gjalda skat av SU, tí skalt tú um tú lesur tú uttanlands, søkja um hetta.

Eisini skalt tú søkja um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum og soleiðis fáa somu skattafyrimunir sum heimalesandi, tá ið tú t.d. kemur heim at arbeiða í feriunum.

Um tú lesur uttanfyri Danmark, og ynskir at sleppa undan at gjalda ov nógvan skat av studninginum, skalt tú minnast til at seta teg í samband við SKAT í Danmark og fyribilsskráset teg.  

Tað gert tú soleiðis:

  1. Søk um at varðveita fulla skattaskyldu í Føroyum. Hetta gert tú hjá TAKS, sí meir her. Les eisini um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum á heimasíðuni hjá Ráðgevingini í Danmark.
  2. Tú skal saman við TAKS útfylla eitt oyðublaðið: Bopæls-og skatteforhold (Residence and tax liability). Oyðublaðið er her. Hetta skalt tú senda til SKAT, við at skriva ein teldupost ella eitt bræv til SKAT at tú vil biðja um "skattefritagelse" av studninginum og senda oyðublaðið við. Tú skal seta teg í samband við SKAT - Udland, sí telefonnummar oa. her
  3. Seinast í kalendaraárinum skalt tú senda "forskudsregistrering" til skattakontórið í komununi, sum tú ert knýtt/knýttur at. Hetta kann vera gjørt við einum serligum oyðublaði ella um talan bara er um SU inntøku kann tú senda ein teldupost við upplýsingunum.

Góða eydnu við leitingini og umsóknini til útbúgvingina.

Minst til at søkja í um at fáa útbúgvingina á Fast track í góðari tíð. So skjótt tú ert upptikin og útbúgvingin er SU góðkend kanst tú, í fyrsta lagið 3 mánaðir áðrenn tú byrjar, søkja um SU. Við at vera í góðari tíð, so kanst tú minka um sannlíkindini fyri, at tú má bíða leingi til tú fær studning. 

Upptøkuskriv og lestrarvirkni

SU krevur upptøkuskriv tá tú søkir um studning. Eisini skalt tú dokumentera lestrarvirknið hvørt semester. Tú kann nýta hetta oyðublaðið hjá SU til hetta. ​