IELTS roynd

IELTS er ein roynd í enskum máli fyri tey, sum ynskja at flyta millum lond at lesa á hægri lærustovnum, og er ein av góðkendu málroyndunum, sum útlendsk universitet krevja.

IELTS-roynd verður fyriskipað einaferð árliga í Føroyum - vanliga í mai mánaði.

Næstu ferð royndin er í Føroyum er 9. mai 2020

Tú teknar teg til royndina við at fara inn á https://ielts.britishcouncil.org/edu. Far til breddan til vinstru "Find Test Date" og útfyll upplýsingarnar har, og fylg so vegleiðingini á síðuni.

Prísurin er 2.425 kr. (2019)

Melda teg til í góðari tíð, í seinasta lagi 8 dagar áðrenn royndina.
Úrslitini koma 2-3 vikur eftir royndina.

Fylg leiðbeiningini, og tá tú hevur teknað teg, fært tú ein teldupost, ið sigur, hvat tú síðani skalt gera. Um góðskan verður nóg góð, ber til at skanna skjølini og senda tey við telduposti.

Tú kanst lesa meiri um royndina her.

Nær er IELTS?

09. mai 2020

Hvar?

Staðseting kemur seinni