Lán til málskúla
Um tú hevur fingið játtað stuðul til málsligt fyrireikingarskeið, verður í fyrstu atløgu veitt lán til skúlagjaldið, vanliga í mesta lagi kr. 20.000,00. Skúlagjaldið umfatar bert útreiðslur, ið hava beinleiðis við lesturin at gera.
Til livikostnað verður í fyrstu atløgu eisini veitt lán. Lánsupphæddin, ið verður veitt hvønn mánað, er mánaðarliga studningsupphæddin, sum til eina og hvørja tíð verður veitt til hægri lestur í Føroyum – skúlaárið 2011/2012 er henda upphædd kr. 3.737,00 um mánaðin.
Stuðulin verður í mesta lagi veittur í 6 mánaðir. Er talan um heilt fremmant mál, kann stuðul veitast í upp til 1 ár.
Lánini kunnu síðan umleggjast til studning, um so er, at tú, innan 15 mánaðir eftir at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fer undir hægri lestur á lærustovni, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðnum. Umleggingin verður framd, eftir at tú hevur tikið próvtøkurnar á fyrsta lestrarári í útbúgvingini.
|
|