Um studna

Nógv tann størsti parturin av stuðlinum, ið Studni letur, verður latin til lesandi í Føroyum. Afturat stuðulinum til lesandi í Føroyum umsitir Studni ávísar stuðulsskipanir, ið veita stuðul til føroyingar uttanlands, t.d. ferðastudningin og ÚSUN-stuðulin. 

Núgaldandi lóg er løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul við seinni broytingum. 

Virksemið er munandi økt, síðani stovnurin byrjaði í 1988, og í løtuni eru umleið 8.000 virknar sakir á Studna. Peningarenslið er umleið 130 mió. kr. – útreiðslujáttanin er umleið 120 mió. kr og inntøkujáttanin er umleið 10 mió. kr. Í dag starvast 7 fólk á Studna: 4 málsviðgerar, fíggjarfulltrúin, útbúgvingarvegleiðarin og stjórin – talan er um 6 ársverk. Studni húsast á Hoydalsvegi í Tórshavn.