Stuðul í Føroyum
Sum lesandi í Føroyum kanst tú, ið lýkur treytirnar, søkja um studning og lán frá Studna.
Ert tú undir 18 ár, fært tú bókastudning kr. 3.567,00 um árið, og tú hevur møguleika at fáa vistarhaldsstudning kr.2.492,00 um mánaðin.
Ert tú 18 ár, fært tú studning til livikostnað, kr. 1.800,00, og tú hevur møguleika at taka lestrarlán á kr. 2.369,00 um mánaðin.
Um tú tekur eina hægri útbúgving ella styttri vinnuførleikagevandi útbúgving, ert forsyrgjari ella kanst skjalprogva útreiðslur av egnum bústaði, fært tú kr. 3.737,00 til livikostnað.
Um tú, sum lesandi, eigur børn ber til at fáa studning í farloyvistíðini og somuleiðis at fáa barnastudning kr.750,00 fyri hvørt barnið.
Um tú ert einsamallur uppihaldari at barni/børnum undir 18 ár ber til at fáa kr. 1.500,00 um mánaðin afturat.
Øll lesandi, ið hava rætt til stuðul frá Studna og sum nýta Strandfaraskip Landsins, kunnu søkja um Ferðastudning innanoyggja. Hetta er serlig skipan, sum gevur øllum lesandi møguleika at ferðast til og frá skúla fyri sama kostnað.
Ferðastudningur til verkætlan er ætlaður at stuðla lesandi føroyingum á hægri útbúgvingum í Føroyum og uttanlands í sambandi við størri verkætlanir, ið skulu gerast í øðrum landi enn lestrarlandinum.
|
|