ÚSUN

ÚSUN-skipanin er ein stuðulsskipan fyri føroyingar, ið taka útbúgvingar uttan fyri Norðurlond. Heitið ÚSUN stendur fyri ”útbúgvingarstuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond”. Í lógini, ið kom í gildi 1. august 2007, er tó í ávísum førum møguleiki at veita henda stuðul í Norðurlondum.

 

Uttanlands at lesa?

Øll, ið ætla sær út um Danmark at lesa, skulu søkja um SU-góðkenning

  • Minst til at søkja um SU-góðkenning í góðari tíð 
  • Viðgerðartíðin er ofta sera long 
  • Tú kanst søkja, hóast tú ikki ert komin inn á útbúgvingina 
  • Tú kanst søkja um SU-góðkenning av fleiri útbúgvingum

Skúlagjald og møguligur livikostnaður fæst frá tí lestrarhálvuni, tá ið søkt verður. Lestrarhálvurnar eru at skilja sum galdandi frá 1. august til 31. desember og frá 1. januar til 30. juni. Tað er tí umráðandi at søkja skjótast gjørligt, eisini sjálvt um útbúgvingin ikki er SU-góðkend.

Hvørjar úbúgvingar fæst stuðul til?

Hvørjar útbúgvingar fæst stuðul til?

Útbúgvingar uttanlands eru stuðulsheimilaðar, tá talan er um hægri útbúgvingar, ið uppfylla krøvini í § 4 í lestrarstuðulslógini og eru góðkendar av SU ella Studna.

Umframt hetta veitir Studni stuðul til:
• skiftislestur á hægri útbúgvingum, um uppihaldið við fremmanda lærustovnin í minsta lagi er ½ lestrarhálvu og verður góðskrivað í útbúgvingini á uppruna lestrarstaðnum.
• støðislestur (foundation studies) – eftir miðnámsútbúgving – tá hesin er ein fyritreyt fyri upptøku á hægri útbúgving. 
• málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar í ikki enskt talandi londum, tó ikki í donskum, norskum og svenskum.

Hvussu leingi fæst stuðul?

Lesandi fáa ongantíð lestrarstuðul í meira enn eitt ár út yvir ásettu lestrartíðina. Harafturat er týdningarmikið at leggja til merkis, at upp í lestrartíðina verða roknaðar áður loknar ella steðgaðar hægri útbúgvingar, har umsøkjarin hevur fingið lestrarstuðul frá Studna ella frá SU. Stuðul verður vanliga í mesta lagi latin í 6 ár til hægri útbúgvingar.

Skúlagjaldið

Spurningurin um, hvør rindar skúlagjaldið, er tey síðstu árini vorðin ein meira fløktur spurningur enn áður.

Meginreglan er, at Studni kann rinda skúlagjaldið til útbúgvingar uttanlands, treytað av at útbúgvingin er SU góðkend. Studni kann í mesta lagi lata kr. 100.000 um árið (hetta er galdandi frá 1. august 2021). Um skúlagjaldið er hægri, kann tann lesandi læna upp til kr. 100.000 (hetta er galdandi frá 1. august 2021) um árið frá Studna.

Í tíðarskeiðum, tá umsøkjari hevur rætt til samsvarandi stuðul frá SU ella øðrum lestrarstuðulsskipanum, fæst ikki stuðul frá Studna.

Fyri master/candidat útbúgvingar er SU eisini farið at veita skúlagjald til lesandi á mongum útbúgvingarstovnum uttanlands. Sum danskir ríkisborgarar hava føroyingar rætt til henda stuðulin, og tí skal hesin møguleiki roynast, áðrenn Studni kann veita skúlagjaldsstuðulin. Fyri at fáa meira at vita um hetta, farið inn á heimasíðuna www.su.dk ella set teg í samband við útbúgvingarvegleiðaran á Vegleiðingarstovuni (vegleiding@uvs.fo) ella Studna (www.studni.fo).

Møguligur studningur frá SU ella øðrum lestrarstuðulsstovni verður sambært lóg mótroknaður í teimum føroysku upphæddunum omanfyri.
Skúlagjaldið umfatar bert kostnað, ið hevur beinleiðis við lesturin at gera, sum dømi kunnu nevnast: innskrivingargjald, gjald fyri frálæru, próvtøkugjald og gjald fyri atgongd til bókasøvn og teldur.

Útreiðslur til bøkur og annað undirvísingartilfar verður ikki roknað sum skúlagjald, sjálvt um tann lesandi rindar slík gjøld beinleiðis til skúlan. Skúlagjaldið umfatar sjálvandi heldur ikki útreiðslur til frítíðarítriv, kost og logi og annað tílíkt.

Stuðulin til livikostnað

Lesandi fáa í dag vanliga stuðul til livikostnað í 4 ár frá SU. Hetta hava tey rætt til sum danskir ríkisborgarar. Studningurin í álmanakkaárinum 2023 er kr. 6.589 um mánaðin áðrenn skatt og lánsupphæddin er kr. 3.371 um mánaðin. Um lesturin er longri enn tey 4 árini, kann Studni veita stuðul til livikostnað í upp til 2 ár. Í ávísum førum veitir Studni stuðul til livikostnað í longri enn 2 ár. Hetta er í teimum førum, har Studni góðkennir útbúgving, sum SU ikki góðkennir. Upphæddin er tann sama, sum verður veitt til hægri lestur í Føroyum og er í skúlaárinum 2023/24 kr. 4.960 í studningi um mánaðin. Tann lesandi hevur eisini møguleika at taka lestrarlán, sum í dag í mesta lagi er kr. 2.782 um mánaðin. Møguleiki er eisini at fáa barnastudning, sum er kr. 1.150 um mánaðin fyri hvørt barn undir 18 ár. Stuðul fæst frá Studna í 12 mánaðir, tvs. at stuðul eisini verður útgoldin í juli.


Um tann lesandi ikki hevur danskan ríkisborgararætt, men uppfyllir kravið um tilknýti til Føroya og ikki fær stuðul frá heimlandinum, fæst bæði stuðul til skúlagjald og livikostnað frá Studna.

Treytir

Afturat útbúgvingarkrøvunum er treytin fyri at fáa stuðul frá Studna, at umsøkjarin uppfyllir minst aðra av niðanfyristandandi treytum víðvíkjandi tilknýti til Føroya:
• hava búð í Føroyum í minsta lagi tvey av teimum seinastu trimum árunum beint undan lestrarbyrjan
• hava búð í Føroyum í minsta lagi helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrjan.

Undantaksreglur eru frá hesi áseting – víst verður til § 12 í kunngerðini, ið liggur á okkara heimasíðu www.studni.fo

Harumframt skal tann lesandi vera lestrarvirkin, vera á lærustovninum og skal kunna fylgja lestrinum. Talan kann ikki vera um fjarlestur.

Hvat merkir tað at verða lestrarvirkin?

Lesandi, ið fær stuðul frá Studna og SU, skal vera lestrarvirkin. Í føroysku lógini stendur, at ”lesandi er lestrarvirkin, um hann ikki er meira enn eitt ár afturúr í lesnaðinum í mun til ásettu lestrartíðina. Harafturat skal tann lesandi møta til frálæruna, lata inn kravdar uppgávur og fara til próvtøkurnar eftir teimum reglum, sum eru galdandi á útbúgvingarstovninum.” Harafturímóti krevur SU av teimum, sum lesa uttan fyri Norðurlond og fáa stuðul haðani, at tey ikki eru afturúr í lesnaðinum. 


Í føroysku kunngerðini er eisini ásett, at ”lesandi skal av sínum eintingum hálva hvørt ár senda Studna skjalprógv frá lestrarstaðnum um lestrargongdina í mun til ásettu lestrartíðina. Verður hetta ikki gjørt, verður stuðulin steðgaður, til skjalprógv fyriliggur.” Bæði Studni og SU leggja stóran dent á at fáa skjalprógv um lestrarvirknið hálva hvørt ár. Tað er tann lesandi, ið hevur ábyrgdina av, at skjalprógv bæði verður sent Studna og SU, men tað er útbúgvingarstovnurin, ið skal skjalprógva, at tann lesandi er skrásettur sum fulltíðarlesandi, er lestrarvirkin og fylgir lestrinum sambært ætlanunum.

Tann lesandi skjalprógvar lestrarvirknið við at útfylla og senda Studna lestrarvirkisváttanina ”Certification of registration and full-time studies”, ið liggur á heimasíðuni hjá Studna. Hetta skjal fæst eisini við at venda sær til Studna. Skjalið skal vera Studna í hendi, fyri várhálvuna, í seinasta lagi í august, og fyri heysthálvuna, í seinasta lagi í januar. Verður henda váttanin ikki latin inn rættstundis, verður hvørki skúlagjaldið ella stuðulin til livikostnað útgoldið.

Umsóknarmannagongd

Tá ið tú søkir um stuðul til eina útbúgving uttan fyri Danmark, mást tú kanna um útbúgvingin er SU-góðkend. Kanna fyrst um útbúgvingin er á Fast-Track-listanum á www.su.dk. Um hon ikki er har, skalt tú søkja um at fáa hana á Fast-Track-listan, víst verður í hesum sambandi til fylgjandi síðu á SU-heimasíðuni https://www.su.dk/udland/er-uddannelsen-paa-fast-track-listen/Tað er týdningarmikið at gera hetta í góðari tíð, helst fleiri mánaðir áðrenn lesturin byrjar, tí málsviðgerðin kann taka ógvuliga langa tíð. Skjalprógv um, at tú samanhangandi hevur búð í Føroyum ella í danska ríkinum í tvey ár seinastu 10 árini, skal viðleggjast umsóknini. Henda váttan fæst frá kommununi ella Landsfólkayvirlitinum. Um tú ikki hevur danskt P-tal (cpr.nr.), skalt tú eisini viðleggja avrit av passinum saman við eini ”tro og love”-váttan. Henda liggur eisini inni á heimasíðu okkara og eitur ”trú- og heiðursváttan”. SU viðger síðani umsóknina og gevur tær boð, um útbúgvingin er SU-heimilað ella ikki. 

Tú skalt síðani søkja um stuðul til livikostnað og møguliga skúlagjald frá SU. Á umsóknarblaðnum „ÚSUN-umsókn“ kanst tú samstundis søkja um stuðul til skúlagjaldið og møguligan livikostnað frá Studna, um tú ikki ert vísur í at fáa allan stuðulin frá SU. Minst til at leggja SU-góðkenningina og játtandi svarið um, at tú ert sloppin inn á útbúgvingina, við umsóknini. 

Um útbúgvingin ikki er SU-góðkend, kann søkjast um góðkenning frá Studna. Studni hevur heimild at góðkenna ikki SU góðkendar hægri útbúgvingar. Hetta verður gjørt, um útbúgvingin er góðkend sum stuðulsheimilað av lestrarstuðulsstovnunum í Norra og Svøríki. Studni kann í serligum førum gera undantak um bert annað av londunum góðkennir og kann í tí sambandi ráðføra seg við ráðgevandi nevndina hjá Studna.

Minst til, at stuðul frá Studna fæst bert frá tí lestrarhálvu, tá søkt verður. So tað ræður um at søkja, áðrenn fyrsta lestrarhálva er runnin, eisini um tú ikki hevur fingið útbúgvingina góðkenda.
 

Hvar er hjálp at fáa, tá ið tú ert í iva?

Tú kanst tosa við lestrarvegleiðarar um teir spurningar, tú hevur í sambandi við útbúgvingina. Teir eru á Vegleiðingarstovuni, hægru útbúgvingarstovnunum og á miðnámsskúlunum. Lestrarvegleiðararnir kunnu í flestu førum eisini svara spurningum um galdandi stuðulsviðurskifti, men sjálvandi ber eisini til at venda sær til Studna ella SU um hetta.

Fráboðanarskyldan hjá teimum lesandi

Fráboðanarskyldan hjá teimum lesandi
Tey, ið fáa ella hava fingið studning ella lán, skulu beinanvegin skrivliga boða Studna frá, tá ið tey:


• Steðga ella eru liðug við útbúgvingina, um hetta ikki sæst í umsóknini.
• Fara í farloyvi.
• Fáa løn eina tíð sum lið í útbúgvingini.
• Broyta bústað.
• Ikki longur eru heiltíðarlesandi.

Umsóknarblað

Umsóknarblað til SU-góðkenning

 

Spurningar?

Ring 204060 ella send teldupost