Studningur til miðnám

Tú kanst søkja Studna um stuðul, um tú ert lesandi á eini miðnámsútbúgving, ella um tú ert 18 ár ella eldri og tekur eina útbúgving á framhaldsdeildarstigi, t.v.s. 8., 9. og 10. flokk á framhaldsdeildunum kring landið, á skúlanum við Áir og skúlanum á Trøðni. Víst verður til "vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Heiltíðarlestur

Fyri at fáa stuðul, skal útbúgvingin vera skipað sum heiltíðarlestur og vera ólønt. Fyri at koma undir heiltíðarlestur krevst, tá talan er um miðnámsútbúgvingar, styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar og útbúgvingar á framhaldsdeildarstigi fyri fólk eldri enn 18 ár, at tann lesandi hevur minst 20 lestrartímar um vikuna. Tó kunnu lesandi við heimabúgvandi børnum undir 10 ár og lesandi við serligum tørvi koma undir reglurnar um heiltíðarlestur, um tey lesa í minsta lagi 16 tímar um vikuna.

Sløg av studningi

Studningur til livikostnað

Studningur til livikostnað

Í sambandi við studning til livikostnað verður skilt í millum tann hægra studningin, kr. 4.387,00, og tann lægra studningin, kr. 2.113,00. Studningur til livikostnað verður bert latin lesandi, sum eru 18 ár og eldri.

Tú kanst fáa tann hægra studningin, um tú ert forsyrgjari , t.v.s. gift ella foreldur, um tú kanst skjalprógva útreiðslur av egnum húsum ella um tú kanst skjalprógva leigu av bústaði. 

Øll onnur yvir 18 ár fáa tann lægra studningin. 

Tey, sum eru undir 18 ár og ganga á eini miðnámsútbúgving og noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið, kunnu søkja um vistarhaldsstudning

 

Víst verður til "vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

 

Mótrokning/inntøkujavning av studningi

Hvat merkir tað, at lestrarstuðulin verður inntøkujavnaður?

At inntøkujavna lestrarstuðulin merkir, at A-inntøkan hjá tí lesandi kann hava ávirkan á lestrarstudningsupphæddina. Er A-inntøkan ov høg, lækkar studningurin til livikostnað.

Hvør lestrarstuðul verður inntøkujavnaður?

Tað er bert vanligi mánaðarligi studningurin til livikostnað, ið verður inntøkujavnaður, t.v.s. á hægri útbúgvingum og á vinnuførleikagevandi útbúgvingum kr. 4.960, og á miðnámsútbúgvingum kr. 4.387 ella kr. 2.113. Ískoytisstudningarnir, “barnastudningurin” (kr. 1.150) og “studningurin til einsamallar uppihaldarar” (kr. 1.762), verða ikki inntøkujavnaðir. Heldur ikki verða “bókastudningurin”, “vistarhaldsstudningurin” og lán frá Studna ávirkað av inntøkujavningini.

Í mun til hvørja inntøku verður inntøkujavnað?

Tað verður bert inntøkujavnað í mun til útgoldna A-inntøku hjá tí lesandi.

Hvar fær Studni inntøkuupplýsingarnar frá?

Studni fær inntøkuupplýsingar um tey lesandi frá TAKS mánarliga.

Hvussu nógv kann ein lesandi forvinna uttan at inntøkujavnað verður?

Tað stutta svarið upp á spurningin er, at tann lesandi í mesta lagi kann forvinna kr. 20.000 í miðal um mánaðin, men svarið er nakað meira innviklað og samansett enn so – les tí svarini upp á teir næstu spurningarnar.

Hvørjum upphæddum verður inntøkujavnað við?

Er A-inntøkan ov høg, lækkar studningurin til livikostnað. Tann lesandi kann tó hava eina miðal A-inntøku heilt upp til kr. 20.000 um mánaðin, uttan at verða raktur av inntøkujavningini. Í lógini stendur: “Studningurin ....verður inntøkujavnaður soleiðis: Fyri hvørjar kr. 1.000, sum mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan í mesta lagi síðstu 12 mánaðirnar fer upp um kr. 20.000, verður mánaðarligi studningurin ...... lækkaður við 10%.”

Hetta merkir, at er mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan:

kr. 20.000 ella lægri, fæst fullur studningur: kr. 4.960, -

omanfyri kr. 20.000, men kr. 21.000 ella lægri, verður studningurin kr. 4.464 (- 10 %)

omanfyri kr. 21.000, men kr. 22.000 ella lægri, verður studningurin kr. 3.968. (- 20 %)

omanfyri kr. 22.000, men kr. 23.000 ella lægri, verður studningurin kr. 3.472 (- 30 %)

omanfyri kr. 23.000, men kr. 24.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.976 (- 40 %)

omanfyri kr. 24.000, men kr. 25.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.480 (- 50 %)

omanfyri kr. 25.000, men kr. 26.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.984 (- 60 %)

omanfyri kr. 26.000, men kr. 27.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.488 (- 70 %)

omanfyri kr. 27.000, men kr. 28.000 ella lægri, verður studningurin kr. 992 (- 80 %)

omanfyri kr. 28.000, men kr. 29.000 ella lægri, verður studningurin kr. 496 (- 90 %)

omanfyri kr. 29.000 fæst eingin studningur

Dømi omanfyri er fyri lesandi, ið fær kr. 4.960 í studningi. Fyri tey, ið fáa kr. 4.387 ella kr. 2.113, eru upphæddirnar lutfalsliga lægri.

Hvussu er við inntøku, ið er forvunnin áðrenn skúlabyrjan?

Í lógini stendur: “Inntøkujavnað verður ikki í mun til A-inntøku, ið er útgoldin innan lestrarbyrjan og fyrsta heila mánaðin eftir, at útbúgvingin er byrjað.” Hetta merkir, at tað sum lesandi hava forvunnið, áðrenn tey byrja útbúgvingina, ikki skal inntøkujavnast. Legg tó til merkis, at tað stendur útgoldin. Tað er tí týdningarmikið, at forvunnin A-inntøka verður útgoldin í síðsta lagi í september.

Hvussu verður inntøkujavnað hjá lesandi, ið byrjar eina útbúgving?

Inntøkujavnað verður fyrstu ferð við útgoldnu A-inntøkuni í oktober. Fyrstu ferð inntøkujavnað verður, verður javnað í mun til A-inntøkuna í ein mánað. Fyri at finna miðalinntøkuna næsta mánaðin verður A-inntøkan fyri tveir mánaðir býtt við 2, triðja mánaðin verður A-inntøkan fyri tríggjar mánaðir býtt við 3 o.s.fr. Tá eitt ár er farið, verður A-inntøkan hjá tí lesandi fyri síðsta árið býtt við 12 fyri at finna miðal mánaðarligu inntøkuna. Hildið verður á við hesum til lesturin er liðugur.

Hvussu verður inntøkujavnað hjá framhaldslesandi (hjá lesandi, ið ganga 2., 3., 4.,,,,, árið)?

Lønarinntøkan teir síðstu 12 mánaðirnar verður býtt við 12. Miðal A-inntøkan er avgerandi fyri um inntøkujavnað verður ella ikki, og hvør upphæddin verður (sí talvuna omanfyri).

Hvussu er, tá ein er liðugur við eina útbúgving og byrjar ta næstu?

Í kunngerðini stendur: “Heldur lesandi fram á aðrari útbúgving innan 3 mánaðir, verður tann lesandi roknaður sum framhaldslesandi og inntøkan í steðginum verður roknað við í inntøkugrundarlagnum.” Hetta merkir t.d., at ein lesandi, sum verður liðugur við eina bachelorútbúgving í juni og byrjar upp á eina masterútbúgving í august sama ár, verður roknaður sum framhaldslesandi í sambandi við inntøkujavningina.

Er tað vanligt at inntøkujavna lestrarstudningin aðrastaðni?

Tað er ikki eitt ókent fyribrigdi at inntøkujavna lestrarstudningin. Í øllum hinum Norðurlondunum verður studningurin inntøkujavnaður.

Bókastudningur

Bókastudningur verður latin lesandi, ið eru undir 18 ár við byrjan av stuðulsárinum. Bókastudningurin er kr. 4.186 og verður útgoldin fyrst í stuðulsárinum. Víst verður til punkt 5. Stuðulstíð og freistir.


Víst verður til "vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Barnastudningur

Barnastudningurin verður veittur lesandi, ið hava forsyrgjaraskyldur av børnum, ið eru undir 18 ár. Bert tey, ið eiga ella hava ættleitt børnini, hava forsyrgjaraskyldur. Barnastudningurin er kr. 1.150 um mánaðin fyri hvørt barnið. Lesa báðir uppihaldararnir, kann bert annar søkja um barnastudningin. Barnastudningurin verður bert latin tí, ið býr saman við barninum sambært skrásetingini hjá kommununi. Studni kann í serligum førum geva undantak frá bústaðarkravinum. Dóps- ella navnabræv hjá barni/børnum skal leggjast saman við p-talinum. Skjalprógv frá kommunu, um at barn/børn búgva hjá stuðulsmóttakara, skal eisini viðleggjast. Við barnsburð verður barnastudningurin fyrstu ferð veittur sama mánað, sum barnið er føtt.

Víst verður til "vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

 

 

 

Vistarhaldsstudningur

Vistarhaldsstudningurin verður latin lesandi undir 18 ár, sum noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið. Treytin fyri at fáa henda studning er, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan, ella at vegalongdin millum heimstaðarbýin/bygdina og skúlabýin/bygdina er longri enn 35 km sambært almennu ásetingunum hjá Landsverki. Mánaðarligi vistarhaldsstudningurin er kr. 2.925.

Fyri at fáa vistarhaldsstudningin skal Studna-leiguváttanin útfyllast og viðleggjast umsóknini saman við váttan frá peningastovni á sama hátt sum hjá teimum, ið búgva til leigu (sí punkt 6)

Víst verður til "vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Studningur til einsamallar uppihaldarar

Studningur til einsamallar uppihaldarar verður veittur umsøkjara, ið er lestrarvirkin og fær serliga barnaískoytið til einsamallar uppihaldarar frá Almannaverkinum. Studningurin til einsamallar uppihaldarar er kr. 1.762 um mánaðin.

Víst verður til "vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Barnsburðarfarloyvi

Barnsburðarfarloyvisstudningur verður veittur í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Studningurin, sum er tann hægri studningurin, verður í mesta lagi veittur í 11 mánaðir fyri hvønn barnsburð. Tann lesandi skal búgva saman við barninum fyri at fáa farloyvisstudningin, og bæði foreldrini kunnu ikki samstundis fáa farloyvisstudningin úr skipanini.

Barnsburðarfarloyvisskipanin gevur báðum foreldrum somu rættindi. Bæði tann lesandi móðirin og lesandi faðirin kunnu fara í farloyvi, treytað av, at tey ikki eru í farloyvisskipanini samstundis. Við øðrum orðum fylgir farloyvisstudningurin barninum uttan mun til, um tað er móðirin ella faðirin, ið velur at fara í farloyvi. Foreldrini avgera sjálvi, hvussu tey býta farloyvið ímillum sín. Nágreiniligari er greitt frá mannagongd v.m. á baksíðuni á ”Umsóknarblað til barnsburðarfarloyvi” og á heimasíðuni.

Barnsburðarfarloyvisstudningur kann eisini veitast frá upp til 3 mánaðum eftir føðing. Ásetingin er gjørd fyri at fáa størri smidleika í barnsburðarfarloyvisskipanina. T.d. er tað av týdningi fyri lesandi, ið eigur barn um várið, at møguleiki er at bíða við at fara í barnsburðarfarloyvi til summarfríðtíðina uttan at missa ein part av barnsburðarfarloyvinum.

Les meiri um treytir og mannagongdir fyri barnsburðarfarloyvi her

Undir 18 ár

Um tú ert undir 18 ár, fært tú bókastudning. Bókastudningurin verður útgoldin fyrst í stuðulsárinum. 

Um tú ert undir 18 ár, kanst tú søkja Studna um vistarhaldsstudning, um tú uppfyllir treytirnar. 

Tey, ið verða 18 ár í stuðulsárinum, fáa stuðulin mánaðin eftir, at tey eru fylt 18 ár. Hetta er sjálvsagt treytað av, at Studni hevur fingið umsóknina. Tá hava hesi eisini møguleika at søkja um lán.

 

Víst verður til "vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

18 ár og eldri

Studningurin til tey, ið eru 18 ár og eldri, er kr. 2.113,00 um mánaðin. 

Lesandi á miðnámsútbúgving kunnu fáa kr. 4.387,00 um mánaðin, um tey uppfylla eina av fylgjandi treytum: 

1. eru forsyrgjarar, t.v.s. gift ella foreldur, 
2. kunnu skjalprógva útreiðslur av egnum húsum, 
3. kunnu skjalprógva leigu av bústaði. 

1. Tey, ið eru forsyrgjarar, skulu lata avrit av dópsbrævi/navnaváttan hjá barninum/børnunum ella vígslubræv og bústaðarváttan við umsóknini. Verður barnið føtt í stuðulsárinum, er broytingin í stuðlinum galdandi frá 1. í mánaðinum sum barnið er føtt. 

2. Tey, ið eiga hús, seta matrikulnummarið á umsóknina. Studni kannar ognarviðurskiftini.

3. Tey, ið leiga, skulu, um tey ikki uppfylla 1 ella 2, í hvørjum stuðulsári senda inn forprentaðu Studna-leiguváttanina, ið liggur á heimasíðuni. Studni skal eisini hava eina útskrift, ið vísir, at húsaleigan verður goldin hvønn mánað framyvir, áðrenn hægri studningurin verður útgoldin. Talan skal verða um skermmynd (print-screen) frá netbanka ella váttan frá peningastovni. Øll, ið leiga, skulu flyta leiguupphæddina á kontu í peningastovni. Bert hesin gjaldsháttur verður góðkendur. 

 

Eftir áheitan frá Studna skulu tey, ið leiga, leggja húsaleigukvittanir/kontuavrit fram fyri hvønn mánað í stuðulsárinum. Talan skal vera um flyting gjøgnum peningastovn, ið skal lúka hesi krøv: 


a) at tað sæst á flytingini, at talan er um húsaleigu, 
b) at tað sæst, hvør leigarin og útleigarin er, 
c) at húsaleigan við el og hita fyri hvønn mánað í minsta lagi er kr. 1.200, 
d) at flytingarnar eru dagførdar, t.v.s. at tær verða gjørdar mánaðarliga, 
e) at tað sæst, hvønn mánað goldið er fyri. 

Tað skal upplýsast, at húsaleiga er skattskyldug og skal inntøkuførast hjá útleigara, víst verður í hesum sambandi til Studna-leiguváttanina.
 

Tey, sum búgva á sama matrikkulnummari sum annað ella bæði foreldrini, fáa vanliga lægra studningin.

 

Víst verður til "vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

 

TÁ TÚ LEIGAR:
Um tú leigar, skal bæði nýggj Studna-leiguváttan sendast Studna í hvørjum lestrarári, og skjalprógv frá peningastovni, ið vísir, at húsaleigan verður goldin hvønn mánað framyvir. Talan skal verða um skermmynd (print-screen) frá netbanka ella váttan frá peningastovni.

Treytir og mannagongdir

Barnsburðarfarloyvi

Barnsburðarfarloyvisstudningur verður veittur í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Studningurin, sum er tann hægri studningurin, verður í mesta lagi veittur í 11 mánaðir fyri hvønn barnsburð. Tann lesandi skal búgva saman við barninum fyri at fáa farloyvisstudningin, og bæði foreldrini kunnu ikki samstundis fáa farloyvisstudningin úr skipanini.

Barnsburðarfarloyvisskipanin gevur báðum foreldrum somu rættindi. Bæði tann lesandi móðirin og lesandi faðirin kunnu fara í farloyvi, treytað av, at tey ikki eru í farloyvisskipanini samstundis. Við øðrum orðum fylgir farloyvisstudningurin barninum uttan mun til, um tað er móðirin ella faðirin, ið velur at fara í farloyvi. Foreldrini avgera sjálvi, hvussu tey býta farloyvið ímillum sín. Nágreiniligari er greitt frá mannagongd v.m. á baksíðuni á ”Umsóknarblað til barnsburðarfarloyvi” og á heimasíðuni.

Barnsburðarfarloyvisstudningur kann eisini veitast frá upp til 3 mánaðum eftir føðing. Ásetingin er gjørd fyri at fáa størri smidleika í barnsburðarfarloyvisskipanina. T.d. er tað av týdningi fyri lesandi, ið eigur barn um várið, at møguleiki er at bíða við at fara í barnsburðarfarloyvi til summarfríðtíðina uttan at missa ein part av barnsburðarfarloyvinum.

Les meiri um treytir og mannagongdir fyri barnsburðarfarloyvi her

Stuðulstíð og -freistir

Stuðulsárið er frá 1. august til 30. juni árið eftir. Í juli mánaði verður ongin stuðul latin. Stuðulsárið er sostatt 11 mánaðir. Tó verður stuðul veittur 
einsamøllum uppihaldarum og aspirantum í 12 mánaðir í útbúgvingartíðini. Lestrarhálvurnar eru frá 1. august til 31. desember, og frá 1. januar til 30. juni. Stuðul fæst frá tí lestrarhálvuni, tá ið søkt verður, t.v.s. at umsóknarfreistin fyri eina útbúgving, ið byrjar í august mánaði er 31. desember sama ár. Um søkt verður t.d. í mars mánaði árið eftir, fæst bert stuðul frá januar mánaði.

Møguligar broytingar í stuðulsviðurskiftum, skulu verða Studna í hendi innan 20. í hvørjum mánaði. Tó skulu broytingar í desember mánaði latast Studna innan 14. desember.

Studni flytir studning og lestrarlán á kontu í føroyskum peningastovni seinast í hvørjum mánaði. 

Lesandi á miðnámsútbúgvingum, vinnuførleika-gevandi útbúgvingum ella á útbúgvingum á framhaldsdeildarstigi fáa í mesta lagi lestrarstuðul upp til eitt ár, eftir at ásetta lestrartíðin er lokin.

Lesandi á hægri útbúgvingum fáa í mesta lagi lestrarstuðul upp til eitt ár, eftir at ásetta lestrartíðin er lokin. Íroknaður er eisini stuðulin frá Statens Uddannelsesstøtte til útbúgvingar av sama slagi. Stuðul verður í mesta lagi latin í 6 ár til hægri útbúgvingar, íroknað stuðulin frá Statens Uddannelsesstøtte. Studni kann leingja stuðulstíðina við tveimum árum, um tann lesandi ikki hevur miðnámsútbúgving.

Studni kann gera undantak frá regluni um áramál, um lestrartíðin er vorðin longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð, ættleiðing, vísindaligt arbeiði o.a.

 

Víst verður til"vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Søk studning á vanganum

Vangin er nýggj tænasta frá Talgildu Føroyum, har talgildar tænastur hjá almennum stovnum  eru savnaðar.

 

Søk umvegis vangan

Gevið gætur

Lesandi, sum fáa stuðul frá Studna, skulu beinanvegin boða Studna frá, tá ið tey gevast at lesa. Ov nógv útgoldin stuðul verður kravdur inn aftur beinanvegin. Tað er ábyrgdin hjá tí lesandi, at Studni fær fráboðanina.