Stuðul í Føroyum

Sum lesandi í Føroyum kanst tú, ið lýkur treytirnar, søkja um studning og lán frá Studna.

 

Lesandi á miðnámi fáa stuðul í 11 mánaðir, tó fáa einsamallir uppihaldarar á miðnámi stuðul í 12 mánaðir, t.v.s. eisini í juli mánaði.

Lesandi á hægri útbúgvingum og á styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum fáa stuðul í 12 mánaðir, t.v.s. eisini í juli mánaði. 12. mánaðin fevnir eisini um lestrarlán. 

Ert tú undir 18 ár, fært tú bókastudning kr. 4.186,00 einaferð um árið, og tú hevur møguleika at fáa vistarhaldsstudning kr. 2.925,00 um mánaðin. 

Ert tú 18 ár, fært tú studning til livikostnað, kr. 2.113,00, og tú hevur møguleika at taka lestrarlán á kr. 2.782,00 um mánaðin.

Øll lesandi á hægri útbúgvingum ella styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum fáa kr. 4.960,00 í studningi um mánaðin. 

Um tú, sum lesandi, eigur børn, ber til at fáa studning í farloyvistíðini og somuleiðis at fáa barnastudning kr. 1.150,00 fyri hvørt barnið.

Um tú ert einsamallur uppihaldari at barni/børnum undir 18 ár ber til at fáa kr. 1.762,00 um mánaðin afturat. 

Øll lesandi, ið hava rætt til stuðul frá Studna og sum nýta Strandfaraskip Landsins, kunnu søkja um Ferðastudning innanoyggja. Hetta er serlig skipan, sum gevur øllum lesandi møguleika at ferðast til og frá skúla ókeypis. 

Ferðastudningur til verkætlan er ætlaður at stuðla lesandi føroyingum á hægri útbúgvingum í Føroyum og uttanlands í sambandi við størri verkætlanir, ið skulu gerast í øðrum landi enn lestrarlandinum.

Víst verður til "vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Hvør kann fáa stuðul?

Stuðul til lestur í Føroyum verður eftir umsókn veittur teimum, ið eru lestrarvirkin og hava: 

1) danskan ríkisborgararætt og lesa á stuðulsheimilaðari útbúgving í Føroyum, ella 

2) útlendskan ríkisborgararætt, lógliga uppihalda seg í Føroyum og ikki fáa stuðul úr heimlandinum, men: 

a) áðrenn tey eru fylt 20 ár, hava tikið fastan bústað saman við foreldrum í Føroyum, 
b) eftir at hava fylt 20 ár, hava havt fastan bústað í Føroyum í minsta lagi tvey samanhangandi ár, áðrenn farið verður undir útbúgving, ella 
c) hava fastan bústað í Føroyum og hava verið gift við donskum ríkisborgara í minst tvey ár.

Studningur til miðnám

Tú kanst søkja Studna um stuðul, um tú ert lesandi á eini miðnámsútbúgving, ella um tú ert 18 ár ella eldri og tekur eina útbúgving á framhaldsdeildarstigi, t.v.s. 8., 9. og 10. flokk á framhaldsdeildunum kring landið, á skúlanum við Áir og skúlanum á Trøðni.

Víst verður til"vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Studningur til hægri útbúgving

Um tú ert lesandi á eini hægri fulltíðarútbúgving ella á eini styttri vinnuførleikagevandi útbúgving kanst tú søkja Studna um stuðul. 
 

Víst verður til"vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Ferðastudningur innanoyggja

Um tú ikki hevur søkt ferðastudningin umvegis Mentamálaráðið (miðnámsskúlanæmingar), tá tú søkti inn á útbúgvingina, skal søkjast á heimasíðuni ssl.fo Trýst á “skúlakort” og útfyll umsóknarblaðið. Niðast á síðuni “skúlakort” er “Leiðbeining til næmingar”. 

Meginreglan í skipanini er, at øll lesandi, ið hava fyri neyðini at nýta Strandfaraskip Landsins, ferðast ókeypis aftur og fram í skúla í mesta lagi einaferð um dagin, uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum. Møguleiki er eisini at ferðast til og frá starvsvenjingarstaði, um so er, at starvsvenjingartíðarskeiðið er samanhangandi og varir í minsta lagi 4 vikur.

Treytin fyri at fáa ferðastudningin er hin sama, ið er galdandi fyri at fáa lestrarstuðulin. Tó kunnu lesandi við Húsarhaldsskúla Føroya og útlendsk lesandi í Føroyum t.d. AFS-arar fáa ferðastudning.

Víst verður til"vegleiðing", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

 

FERÐAKORT
Víst verður til heimasíðuna ssl.fo tá søkjast skal um ferðastudningin innanoyggja.

Verkætlanarstudningur

Endamálið við ferðastudninginum til verkætlanir er at stuðla lesandi føroyingum á hægri lærustovnum í Føroyum og uttanlands í sambandi við størri verkætlanir, ið skulu gerast í øðrum landi enn í lestrarlandinum. Hetta verður gjørt við at veita studning til ferðina millum lestrarlandið og landið, har verkætlanin skal gerast. 

Studningurin er tann skjalprógvaða upphæddin av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó í mesta lagi upphæddin fyri lesandi sbrt. talvuni um ferðastudningin.  

Víst verður til "vegleiðing verkætlan", ið liggur undir "umsóknarbløð" ovast á síðuni.

Søk studning á Vanganum

Vangin er nýggj tænasta frá Talgildu Føroyum, har talgildar tænastur hjá almennum stovnum  eru savnaðar.

 

Søk umvegis vangan

Hentar leinkjur

les.fo

uvs.fo

vegleiding.fo

 

Gevið gætur

Lesandi, sum fáa stuðul frá Studna, skulu beinanvegin boða Studna frá, tá ið tey gevast at lesa. Ov nógv útgoldin stuðul verður kravdur inn aftur beinanvegin. Tað er ábyrgdin hjá tí lesandi, at Studni fær fráboðanina.