Ert tú lesandi yvir 18 ár og fært mánaðarliga studningin frá Studna, er møguligt at søkja um lán. Á hesum síðum verður greitt frá hesum og øðrum lánimøguleikum, ið Studni veitir. Eisini verður greitt frá øðrum viðkomandi viðurskiftum í sambandi við lántøku, sum t.d. afturgjald, rentustuðul v.m.
Tá ið tú ert 18 ár, kanst tú søkja um at fáa lestrarlán frá Studna. Lánið verður útgoldið eina ferð um mánaðin saman við studninginum. Lánsupphæddin er í mesta lagi kr. 2.507,00 um mánaðin.
Tá tú hevur fingið játtað studning til skúlagjald í gjøgnum ÚSUN-skipanina, kanst tú søkja um lán, um so er, at skúlagjaldið er hægri enn kr. 80.000,00 fyri hvørt lestrarárið. Tú kanst tá læna upp til kr. 80.000,00 frá Studna.
Um tú hevur fingið játtað stuðul til málsligt fyrireikingarskeið, verður í fyrstu atløgu veitt lán til skúlagjaldið, vanliga í mesta lagi kr. 20.000,00. Skúlagjaldið umfatar bert útreiðslur, ið hava beinleiðis við lesturin at gera.
Til livikostnað verður í fyrstu atløgu eisini veitt lán. Lánsupphæddin, ið verður veitt hvønn mánað, er mánaðarliga studningsupphæddin, sum til eina og hvørja tíð verður veitt til hægri lestur í Føroyum – skúlaárið 2020/2021 er henda upphædd kr. 4.471,00 um mánaðin.
Stuðulin verður í mesta lagi veittur í 6 mánaðir. Er talan um heilt fremmant mál, kann stuðul veitast í upp til 1 ár.
Lánini kunnu síðan umleggjast til studning, um so er, at tú innan 15 mánaðir eftir at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fert undir hægri lestur á útbúgvingarstovni í landi, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðnum. Umleggingin verður framd, eftir at tú hevur tikið próvtøkurnar á fyrsta lestrarári í útbúgvingini.
Um tú hevur fingið tann stuðul, sum kann fáast frá Studna, eftir vanligu reglunum, kanst tú søkja um at fáa endalán, í mesta lagi í 11 mánaðir á kr. 6.978,00 um mánaðin.
Treytin fyri at fáa endalán er, at tú tekur eina hægri útbúgving, ert lestrarvirkin, og at avvarðandi lærustovnur kann vátta, at tú ert før/ur fyri at gera útbúgvingina lidna innan 1 ár.
Afturgjaldstreytirnar fyri hetta lán eru tær somu sum fyri vanliga lestrarlánið.
Ætlar tú at taka lán, skal skuldarbræv fyllast út. Skuldarbrøv fáast frá Studna og á miðnáms-, vinnu- og hægru skúlunum.
Lán kann bert søkjast fyri eitt stuðulsár í senn. Stuðulsárið er frá 1. august til 30. juni árið eftir. Fyri at fáa lánið fyri inniverandi stuðulsár skal skuldarbrævið vera okkum í hendi innan 15. juni. Tú avgert sjálv/ur upphæddina, men max. upphæddin er kr. 27.577 um árið fyri lesandi á miðnámi og 30.084 kr. fyri lesandi á hægri og vinnuførleikagevandi útbúgvingum og einsamøllum uppihaldarum, sum eru framhaldslesandi.
Søkir tú t.d. um fult lán í byrjanini av skúlaárinum, verður lánið útgoldið yvir 11 mánaðir frá august til juni árið eftir, so hvørt sum stuðulsárið rennur - 1/11 hvønn mánað.
Søkir tú t.d. ikki um lán fyrrenn í juni, hevur tú møguleika at fáa alt lánið útgoldið síðst í juni.
Tá tú ert liðug/ur ella steðgað/ur við lesturin, byrjar afturgjald av lestrarláni og rentum eitt ár aftaná, at tað stuðulsárið er endað, har ið útbúgvingin er lokin ella steðgað.
Útbúgvingin verður ikki søgd at vera lokin um tú, innan 15 mánaðir eftir hesa útbúgving, byrjar eina aðra útbúgving. Tað sama er galdandi, um ein fyribils steðgað útbúgving, verður tikin uppaftur innan fyri somu tíðarfreist. Tá skalt tú senda Studna skjalprógv uppá, at tú ert farin aftur undir lestur, og afturgjaldingin verður síðan útsett.
Afturgjaldsupphæddin verður ásett av Studna í mun til samlaðu skuldina. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi 15 ár. Hvørt gjaldi skal í minsta lagi vera kr. 300,00 um mánaðin. Tó hevur tú altíð møguleika at gjalda eina størri upphædd, enn ta upphæddina, sum er ásett av Studna. Tú kanst eisini gjalda alla lestrarskuldina aftur í einum.
Tá afturgjald byrjar, skalt tú gera eina fasta flyting í peningastovni á eina av niðanfyri nevndu kontum hjá Studna.
BankNordik
konta 6460-160.895.0
Betri
konta 9181-132.000.0
Norðoya Sparikassi
konta 9865-102.121.9
Suðuroyar Sparikassi
konta 9870-101.544.4
Suðuroyar Sparikassi
konta 9870-4311044
Danske Bank
konta 3409-432.018.2
RENTUR
Lestrarlán renta við 2% p.a. í útbúgvingartíðini. Eftir lokna útbúgving verða lestrarlán rentað við 3% yvir diskontuni. Diskontan er í løtuni 0,00 % p.a. Rentan eftir lokna úbúgving er sostatt 3,00% p.a.
Lestrarlán renta við 2% p.a. í útbúgvingartíðini. Eftir lokna útbúgving verða lestrarlán rentað við 3% yvir diskontuni. Diskontan er í løtuni 0,00 % p.a. Rentan eftir lokna úbúgving er sostatt 3,00% p.a.
Tað er møguligt at søkja um rentustuðul av lestrarlánum frá Studna. Hetta kanst tú gera við at senda eina umsókn um rentustuðul til TAKS.
Kærustovnur Føroya umsitur skuldarumskipanarlógina. Sí meira á heimasíðuni https://www.fks.fo/
Umsóknarblað kann heintast her
Skuldarumskipanarlógin kann heintast her.
Minst til at boða Studna frá, tá tú: