Serstøk føri í Norðurlondum

Vanliga fáa føroyingar, ið lesa í Norðurlondum, stuðul frá SU í Danmark. Tó kann Studni í ávísum førum veita stuðul til livikostnað í Norðurlondum, tá SU ikki veitir stuðulin og talan er um hægri heiltíðarlestur. Stuðul til lesandi í Danmark verður veittur í samráð við ráðgevandi nevndina hjá Studna. Í hinum Norðurlondunum verður stuðulin veittur, um útbúgvingin er góðkend sum stuðulsheimilað av lestrarstuðulsstovninum í Norðurlandinum, har tann lesandi lesur, og lestrarstuðulsstovnurin í Norðurlandinum veitir stuðul til teirra borgarar.

Umframt hetta kann Studni veita stuðul til skúlagjald í Norðurlondum í serstøkum førum, og bert tá talan er um hægri heiltíðarlestur, og tá SU ikki veitir stuðul. Stuðul til lesandi í Danmark verður veittur í samráð við ráðgevandi nevndina hjá Studna, og kann í ávísum førum veitast, hóast SU partvís veitir stuðul. Í hinum Norðurlondunum verður stuðulin veittur, um útbúgvingin er góðkend sum stuðulsheimilað av lestrarstuðulsstovninum í Norðurlandinum, har tann lesandi lesur, og lestrarstuðulsstovnurin í Norðurlandinum veitir stuðul til skúlagjald til teirra borgarar.