Lønarendurgjald til arbeiðsgevara í samband við løn undir útbúgving

Mannagongd og treytir

Arbeiðsgevari søkir um lønarendurgjald frá Studna við at útfylla og senda uppgerð fyri lønarendurgjald til lonarendurgjald@studni.fo

 

Sí umsóknarblað fyri lønarendurgjald her: lønarendurgjald 

Í oyðublaðnum skal arbeiðsgevarin upplýsa um: 

  • Navn og p-tal hjá næmingi.

  • Lønarendurgjaldstíðarskeiðið. Tað vil siga, kravd skúlaskeið og starvsvenjingartíð uttan fyri starvsstaðið hjá viðkomandi arbeiðsgevara. Gev gætur ! Lønarendurgjald fæst ikki fyri løn, ið er útgoldin, tá starvsfólkið undir útbúgving er í starvsvenjing á egnum arbeiðsplássi. 

  • Útgoldna lønin í lønarendurgjaldstíðarskeiðnum fyri tey, sum hava útbúgvingarsáttmála. Gev gætur ! Lønarendurgjaldið er 80% av minstulønini fyri starvsfólk undir útbúgving sambært galdandi sáttmála á arbeiðsmarknaðinum, frítíðarískoytið íroknað. Endurgjald verður ikki veitt fyri eftirløn og arbeiðsmarknaðargjøld. Studni kann bidja um skjalprógv fyri lønarútgjaldinum.

  • Arbeiðsgevarin skal upplýsa kontunummar og kontustrongin hjá arbeiðsgevara, og um aðrar viðmerkingar eru til flytingina. 

 

Freist at søkja um lønarendurgjald

Arbeiðsgevarin skal søkja um lønarendurgjald hálvárliga fyri undanfarna tíðarskeiðið. Freistin at søkja um lønarendurgjald er: 

  • fyri heysthálvuna (juli - desember) 31jan. 

  • fyri várhálvuna (januar - juni) er 31. aug. 

GG! Rætturin til lønarendurgjald fellur burtur, um søkt verður eftir, at freistin er farin.

 

 

Lóg og kunngerð um løn undir útbúgving

  • Løgtingslóg nr. 42 frá 26. apríl 2019 um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving, sum broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 30. apríl 2025Lógasavn
  • Kunngerð nr. 120 frá 2. juli 2025 um útbúgvingarsáttmála og løn undir útbúgving fyri næmingar á Heilsuskúla Føroya Lógasavn