Fígging

Tá ið tú fert undir lesnað, eru tað ymiskir fíggingarmøguleikar. Um tú ætlar at lesa í Føroyum, kanst tú søkja um studning frá ÚS. Um tú ætlar at lesa í Danmark ella í Norðurlondum, kanst tú søkja um studning frá SU í Danmark. Um tú ynskir at lesa uttanfyri Norðurlond, kanst tú søkja um studning frá SU ella ÚSUN. 

 

Eisin ber til at søkja um fíggjarligan stuðul umvegis grunnar.  

Heimasíður ið hava yvirlit yvir grunnar
 
Legater.nu
 
Legatregistret
 
Legatbogen
 
DSEB
 
Studerende Online
 
International Financial Aid and College Scholarship Search
 
Globalgrant - Heimsins størsta savn við legatum og grunnum
 
European Funding Guide

Ymiskir grunnar til ymisk endamál

Grunnar, sum lata stuðul til hægri útbúgvingar

Danmark-Amerika Fond og Fulbright Komm.

Endamál: Stuðul til skiftislesnað.
Les meir her.

 

Íslendskur lestrarstuðul

Endamál: Stuðul til lestur í íslendskum frøðigreinum á heimspekideild Háskóla Íslands. Les meir her

 

Carlsberg­fondet

Endamál: At stuðla náttúru, hug og samfelagsvísindunum vm.
Les meir her.

 

Flogvit 

Endamál: Ferðastuðul til føroyingar, sum ætla sær at savna tilfar til uppgávur í Føroyum. 
Les meir her

 

Dansk-Færøsk Samfunds studierejse-legat

Endamál: Stuðul til lestrarferðir hjá ungum (18-30 ár) við mentanarligum innihaldi.
Les meir her

 

Grunnar, sum lata stuðul til list og mentan

Mentamálaráðið

Mentamálaráðið letur stuðul til ymiskt. Les meir her

Grunnur Thorvald Poulsen av Steinum

Endamál: Styrk til útbúgvingar hjá ungum við listarligum gávum.
Les meir her

 

Dansk-Færøsk Samfunds studierejse-legat

Endamál: Stuðul til lestrarferðir hjá ungum (18-30 ár) við mentanarligum innihaldi.
Les meir her

 

Dansk-Færøsk kulturfond

Endamál: At fremja mentanarmiðlan millum Føroyar og restina av ríkinum.
Les meir her.

 

Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein

Endamál: Stuðul til útbúgving hjá solosangarum. 
Freist: Mai/juni. Verður lýst í bløðunum. Tórshavnar Kommuna umsitur grunnin. 

 

Minnisgrunnur Sonnu av Skarði

Endamál: Stuðul til fólk, sum nema sær útbúgving innan handarbeiði.
Freist: Mai/juni - verður lýst í bløðunum. Tórshavnar Kommuna umsitur grunnin. 

 

Grunnar, sum lata ferðastuðul

Ferðastudningur

Studni kann lata stuðul til ferðaútreiðslur. Les meir her.

 

Dansk-Færøsk Samfunds studierejse-legat

Endamál: Stuðul til lestrarferðir hjá ungum (18-30 ár) við mentannarligum innihaldi
Les meir her

 

Flogvit

Endamál: Ferðastuðul til føroyingar, sum ætla sær at savna tilfar til uppgávur í Føroyum. MFS umsitur grunnin. 
Les meir um grunnin her.

 

 

Grunnar, sum lata stuðul til føroyskt mál

Grunnur Kristjans á Brekkumørk

Endamál: Styðja einstaklingavirki føroyskum máli at frama.
Freist: Kann ikki søkjast.

 

Mentanargrunnur Landsins

Endamál: Styðja starv fyri føroyskum máli, bokmentum, list mv.
Freist: 15. februar.

Grunnar, sum lata stuðul til gransking

Granskingargrunnurin

Endamál: Stuðul til gransking.
Les meir her.

 

Sjúkrakassagrunnurin

Endamál: Stuðul til átøk og verkætlanir, deilt upp í trý høvuðsøkið, ið kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars. 
Freist: 1. september 2017 kl. 12.00
Les meir her

 

Vinnu ph.d.-stuðul

Endamál: Stuðul til vinnu ph.d.-verkætlanir
Les meir her.

 

Stuðul til útgávu av vísindaverkum o.l.

Endamál: Stuðul til útgávu av javnlíkamettum vísindaverkum, ið stuðla føroyskt vísindastarv.
Freist: Leypandi
Leinkja: vísindaverk

 

Fiskivinnugransking

Endamál: Stuðul til royndir og kanningar - bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
Les meira her.

 

Vera og Greta Oldbergs stiftelse

Endamál: Gransking í Svøríki, sum vendir sær móti norðurlendskum áhugamálum innan hugvísindi, sosiologi og búskaparfrøði.
Les meir her.

 

Det Letterstedtske Selskab

Endamál: Vísindaligt arbeiði, gestavitjanir hjá granskarum og listarligt umbýti vm.
Les meira her

 

Villiam Grønbæks rejse-og studielegat

Endamál: Stuðul til at menna norðurlendska religiónspsykologiska gransking. Les meir her.

NORA - Norrønt Atlantssamstarv

Endamál: Kanningaruppgávur, granskingar- og menningaruppgávur kunnu fáa stuðul. Kravið er at tað er samstarv millum minst tvey av londunum í økinum.
Les meir her.

Grunnar, sum lata stuðul til ymisk endamál

Grunnurin Nuuk-Reykjavik-Tórshavn

Endamál: Stuðul til verk­ætlanir, sum styrkja sam­starvið millum býirnar
Les meir her.

 

Stiftelsen Clara Lachmanns Fond

Endamál: Stuðlar verkætlanum og tiltøkum, sum økja um norðurlendska samleikan.
Les meir her.

Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale

Endamál grunsins eru:
- At veita stuðul til útbúgving til eftirkomarar eftir systkjunum hjá Johannu og Conrad Skaale,
- at veita stuðul til útbúgving hjá foreldraleysum børnum uttanfyri slektina,
- at veita stuðul til børn, ið eru foreldraleys, ella sum hava mist annað av foreldrunum, og sum eru treingjandi á ein hvønn hátt, og
- í serligum førum at veita stuðul til onnur ungfólk, hóast umsøkjararnir ikki lúka treytirnar omanfyri, tá helst til útbúgvingarendamál.

Freistin er 15. august 2019, les meir her

 

 

Grunnar, sum lata stuðul til háskúla

Danska stjórnin hevur fyri komandi trý árini gjørt avtalu um eitt sonevnt ríkisfelagsskaps-stipendiat, so danskir, grønlendskir og føroyskir háskúlanæmingar kunnu luttaka í háskúlaskeiðum hjá hvørjum øðrum. Les meir her

 

 

Summir grunnar krevja eina fíggjarætlan. Her er eitt dømi:

Inntøkur Statens uddannelsesstøtte eftir skatt 5 * 3000 kr. kr. 15.000

Útreiðslur

Flogferð kr.

kr. 8.000

Vaccinatiónir

kr. 1.000

Livikostnaður (5 * 1.500)

kr. 7.500 

Tryggingar

kr. 2.500

Bústaður í X-býi (5 * 4.000)

kr. 20.000 

Mentanarlig endamál (5 * 400

kr. 2.000 

Transport (5 * 400)

kr. 2.000 

Kostnaður í alt

kr. 43.000

Tilsamans (Inntøkur - Útreiðslur)

Kr. 15.000 - Kr. 43.000 Kr.

kr. -28.000
 

Sostatt havi eg eitt undirskot á kr. 28.000, sum eg royni at fáa dekkað via legattilluting, fyri at uppihaldið kann gerast veruleiki. Øll tey nevndu tølini eru eftir skatt (SU), og sum víst frammanundan eru tølini grundað á eitt 5 mánaðar uppihald í land

Visti tú

at um tú fert at lesa uttanfyri Danmark, skalt tú altíð royna at søkja SU í Danmark um stuðul, áðrenn tú kanst søkja ÚSUN.