Pisudagar

Tiltak fyri teg, sum skalt lesa uttanlands

Á hvørjum ári fara hundraðtals føroyskar pisur undir víðari lestur uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð, ið krevur nógva fyrireiking, og eisini hevur nógvar spurningar við sær.

MFSBetri Banki, Útbúgvingarvegleiðarin á Studna og Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark skipa fyri Pisudøgum á hvørjum ári.

“Bústaður, Føroyafrádráttur, arbeiði, NemKonta, nýggir vinir, nýtt mál. Nógv er at hugsa um, tá tú fert uttanlands at lesa.”

Við lestrarvegleiðing og góðum ráðum frá útbúgvingarvegleiðaranum á Studna, serkunnleika hjá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark, góð ráð og hugskot frá teim lesandi í MFS og góðum fíggjarligum stuðli frá Betri Banka, er tiltakið ætlað teimum, ið ætla sær at fara undir víðari lestur uttanlands.

Endamálið er at geva fólki høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og vegleiðing og tosa við onnur, ið eru í júst somu støðu, soleiðis at ein kemur so væl frá byrjan sum gjørligt.

Umboð frá Betri Banka geva góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu ein stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan.

Bára Akselsdóttir Haraldsen, útbúgvingarvegleiðari á Studna fer at greiða frá, hvussu ein kann brúka útbúgvingarvegleiðingina í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftaná at ein er farin í gongd. Harafturat hevur hon nógv góð ráð og vegleiðir um, hvussu ein kemur væl frá lestrarbyrjan.

Aftaná framløgurnar verða luttakararnir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru uttanlands í lestrarørindum og seta nærri spurningar til MFS og onnur lesandi, útbúgvingarvegleiðaran og Ráðgevingina.

At enda verður møguleiki at hittast og práta við onnur framtíðarlesandi tvørtur um lestrarlond, meðan Betri Banki bjóðar okkurt leskiligt til góman.

Pisudagur í Tórshavn

31. juli