Gott at vita, tá tú skalt velja útbúgving

Møguleikarnir fyri val av úbúgving eru sera nógvir. Tað kann vera trupult at finna runt í øllum møguleikunum, og samstundis letur hetta eisini upp fyri nógvum møguleikum. Minst til, at avgerðin er tín! Eisini skalt tú fylgja tínum áhugamálum, og tað tú brennur fyri, heldur enn at gera tað sum hini gera. 

Á hesi síðu kanst tú fáa kunning um hvar og hvat tú skalt fara at lesa, hvussu tað er at lesa í einum øðrum landi, hvussu tú søkir um studning og annað. 

Eisini kanst tú skriva til útbúgvingarvegleiðaran á spyrbara@studni.fo ella ringja á 555090 í telefontíðunum.

Niðanfyri eru hentar vegleiðingar til tín, ið ætlar tær uttanlands at lesa. 

 

Hentar vegleiðingar
 
Kekklistin til val av útbúgving
 
Umsóknarfreistir
 
Soleiðis søkir tú um studning
 
Málsligt fyrireikingarskeið
 
Test, ið tú kanst taka, fyri at finna útbúgvingar- ella yrkisleið

"Tað er altíð gott at fáa góð ráð. Men tað er ein sjálvur, sum skal taka avgerðina. Tá tú hevur fingið øll hesi ráðini, mást tú eisini merkja, hvat tað er, sum motiverar teg, og hvat drívir teg. Tað hevur týdning, at tú velir eina leið, tú verður glað/ur fyri at gjøgnumføra, og sum tú vilt leggja alla tína orku í" - Hanna Jensen, landsstýriskvinna í Skúlamálum.