Nordplus stuðulsskipanin

Norðurlendska Ráðharraráðið hevur í tíðarskeiðinum 2018-2022 sett fimm Nordplus skipanir í gongd, ið eru ætlaðar at økja um samstarv og flytførið innan útbúgvingarøkið.

Styrelsen for Universiteter og Internationalisering hevur ábyrgdina av kunning og vegleiðing í Danmark. Í Føroyum kunnar og vegleiðir útbúgvingarvegleiðarin á Studna um Nordplus.

Ætlanin við Nordplus skipanunum er, at tær skulu styrkja norðurlendska-baltiska felagsskapin og samleikan við støði í søguligu, mentanarligu og demokratisku felagseyðkennunum hjá londunum. Skipanirnar eru ætlaðar til undirvísing á øllum stigum.

Les meiri um stuðulskipanirnar her:

  • Nordplus Junior er ætlað til lærarar og næmingar í barnagørðum, fólkaskúlum, miðnámsskúlum og innan yrkisútbúgvingarnar

  • Nordplus Hægri Útbúgving er ætlað til at menna samstarv fyri lærarar og studentar innan hægri útbúgvingar í Norðurlondunum

  • Nordplus Vaksin er ætlað at menna samstarvið fyri fólksliga upplýsing og undirvísing av vaksnum

  • Nordplus Horisontal er ein tvørgangandi skipan. Verkætlanir sum fara um vanligu bólkarnar og sektorarnar og verkætlanir, sum arbeiða við øðrum, nýggjum, breiðari og meiri kompleksum málum kunnu fáa stuðul

  • Nordplus Mál og Mentan er skipan, sum skal menna støðuna hjá teimum norðurlendsku málunum bæði millum Norðurlondini og altjóða.

Skipanin er galdandi fyri øll fimm Norðurlondini, Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki, umframt tey trý sjálvstýrandi økini Grønland, Føroyar og Álandsoyggjarnar og tey trý baltalondini, Estland, Letland og Litava eru eisini við.

Í Nordplus skipanini er vert at geva gætur, at tey sjálvstýrandi økini verða roknað sum lond, og at tey tí luttaka á sama hátt sum hini londini í skipanini. Tað merkir millum annað, at ein dani kann søkja um stuðul til at sleppa til Grønlands og Føroyar, og at føroyingar kunnu søkja um stuðul til at sleppa til Grønlands og Danmarkar.

 

At søkja um stuðul

Her kanst tú lesa eina leiðbeining um hvussu tú gert, tá ið tú skal søkja um stuðul. Eisini kanst tú her lesa eina trin fyri trin innleiðing til umsóknartilgongdina.

Tað finst eisini ein Nordplus hondbók við allari hentari vitan um skipanina. Hondbókin er bæði á enskum og skandinaviskum máli. 

Umsóknarfreistin fyri 2020 var 1. februar 2020. Freistin fyri 2021 er ikki ásett enn. 

Nordplus Junior, Nordplus Vaksin og Nordplus Mál og Mentan hava eisini freist 1. oktober hvørt ár – tað kanst tú lesa meira um á síðunum, sí leinkju omanfyri, fyri tær ymisku skipanirnar.