15. juni 2021

Síðsta freist at søkja um ferðastudning er 30. juni

Minst til at søkja

SÍÐSTA FREIST AT SØKJA FERÐASTUDNING UTTANLANDS NÆRKAST

30. juni er síðsta freist at søkja um ferðastudningin til lesandi uttanlands.

Hetta er galdandi fyri øll tey, ið byrjaðu lesturin um heystið, t.v.s. millum 1. august og 31. desember.

Til ber at søkja umvegis Vangan.

Øll, ið hava P-tal og eru yvir 15 ár, kunnu søkja um Samleikan, rita inn á Vangan og har søkja um ferðastudning. Tað ber til at brúka Vangan uttan at búgva í Føroyum. 

Á Vanganum er væl skjótari og lættari at søkja um ferðastudning, tí tá slepst undan at undirskriva skjøl, skanna inn og senda til Studna. Sí meira her

Yvirskrift, um tørvur er á tí