Stóra Bretland

Alment um Stóra Bretland

Stóra Bretland hevur leingi verið tað landið, umframt Danmark, sum hevur verið best umtókt, tá ið føroyingar hava valt sær lestrarland. Í oktober 2002 vóru tað 36, sum fingu ÚSUN til eina heila útbúgving, umframt øll tey sum lesa í Stóra Bretlandi umvegis ymsar skiftisavtalur, flestu teirra umvegis Danmark. Tey flestu lesa innan listar-, búskapar-, fyrisitingar-, nátturúrfrøði- og málsligar lærugreinir. Tað er stór spjaðing á teimum ymsu lærugreininum, sum vera lisnar í Bretlandi.

Vanligasta orsøkin til at føroyingar fara at lesa í Bretlandi man vera, at tey flestu ungu duga enska málið væl. Stóra Bretland er næsti granni okkara og ferðasambandið er stórliga batnað tey seinastu árini. Síðani seinna heimsbardaga hevur nógv samskifti verið við Bretland og síðani oljuídnaðurin tók seg upp í 1990’unum er samskiftið og sambandið við serliga Skotland vaksið nógv. 

Harafturat er ikki minst galdandi at bretska útbúgvingarskipanin er góð og bretsku universitetini og hinir útbúgvingarstovnarnir bjóða fram eitt ríkt og fjølbroytt útbúgvingartilboð.

Meginreglan er, at Studni rindar skúlagjaldið (Tuition Fees) til góðkendar útbúgvingar (SU-góðkendar), tó í mesta lagi kr. 80.000,00. Um skúlagjaldið er hægri, kann tann lesandi læna upp til kr. 80.000,00 um árið frá Studna. Danski stuðulsstovnurin SU letur vanligan SU stuðul til fýra tey fyrstu árini, meðan Studni kann gjalda restina av tíðini, t.v.s. normeraðu tíðina umframt eitt ár. 

Útbúgvingarskipan

1: Bachelor ella First Degree

Vanliga tekur ein BA útbúgving trý ár í Onglandi, Wales og Norðurírlandi, men í Skotlandi er útbúgvingin 4 ár. Skotska útbúgvingarskipanin er eitt sindur øðrvísi enn tann í restini av Bretlandi, miðnámsskúlarnir í Skotlandi eru ikki so sergreindir. Harafturat byrja tey flestu á universitetinum, tá ið tey eru 17 ára gomul.

Tað eru fleiri ymisk sløg av bachelorútbúgvingum. Tær mest vanligu eru BA - Bachelor of Arts (hugvísindi) og BSc – Bacelor of Science (náttúruvísindi). Útbúgvingarstovnarnir gera av, hvat heiti tú fært eftir lokna útbúgving. Mest vanliga bachelorútbúgvingin er ein sokallað 'honours degree'. Heiti vísir á, at útbúgvingin er á hægri stigi enn ein vanlig Bachelorútbúgving. Men útbúgvingin er eisini meiri krevjandi og tekur vanliga longri tíð.

Fyri summar útbúgvingar, t.d. innan list, sniðgeving og verkfrøði krevst eitt sokallað 'foundation course', um tú ikki hevur neyðuga lestrarførleikan.

ÚSUN letur stuðul til hesi 'foundation courses', um tey eru neyðug fyri at sleppa inn á útbúgvingina, men SU í Danmark letur vanliga ikki stuðul til skeiðini.

Summir lærustovnar bjóða sonevnd 'sandwich' skeið. Tað merkir, at tú sleppur í starvsvenjing í eitt ár, sum ein part av útbúgvingini, hetta førir við sær, at útbúgvingin verður longd við hesum eina árinum, men afturfyri fær studenturin starvsroyndir, ímeðan hann er undir útbúgving. Lærustovnarir hjálpa sum oftast at finna starvsvenjingarpláss.

2: Framhaldslestur

Í Stóra Bretlandi eru tvey sløg av framhaldsútbúgvingum eftir lokið BA/BS prógv, a) masterprógv og b) postgraduate diploma/postgraduate certificate. Størsti munurin á hesum er, at masterprógvið endar við eini stórari skrivligari uppgávu (serritgerð), sum verður skrivað 3 teir seinastu mánaðirnar. Eitt masterprógv tekur vanliga 12 mánaðir, meðan eitt diploma/certificate vanliga tekur 9 mánaðir. Masterprógv kunnu býtast í tveir høvuðsbólkar, tey sum ætla sær at undirvísa (MSc/MBA) og tey sum ætla sær at granska (M.Phil).

Upptøkukrøv

Bretska skúlaskipanin (Skotland undantikið) er sermerkt við, at næmingarnir tíðliga velja fáar lærugreinir, sum nógv verður gjørt við. Næmingar millum 14 og 16 ár hava td. millum 8 og 9 lærugreinir, sum gevur eitt sokallað GCSE prógv (General Certificate of Secondary Education). Næmingar millum 16-18 ár hava bara 3 lærugreinir, sonevndar A-level (Advanced Level). Samanborðið við td. tær føroysku miðnámsskúlaútbúgvingar eru tær bretsku meiri sergreindar, men lærugreinarnar eru ikki so nógvar sum í føroysku miðnámsskúlunum. Bretskir studentar verða tiknir upp til hægri lestur eftir GCSE-prógvinum og A-levels. Vanliga gevur eitt føroyskt miðnámsskúlaprógv rætt til upptøku.

Bretskir lærustovnar kunnu seta síni egnu upptøkukrøv fyri útlendskar studentar, og hóast tú lýkur minstu krøvini er tað eingin vissa fyri at vera tikin upp til lestur. Minstakrav til upptøku er vanliga miðnámsskúlaprógv. Sum í flestu londum kunnu tað vera serlig krøv til summar lærugreinir.

Nakrir lærustovnar krevja, at næmingarnir hava at staðið eina roynd í enskum. Vanligastu málroyndirnar eru TOEFL (Test of English as a Foreign Language) og IELTS (The International English Language Testing System). Set teg í samband við Test Information og British Council at fáa meira at vita. Í Føroyum ber til at taka Cambridge skeið í enskum (Proficiency), sum eisini gevur rætt til upptøku. Vanliga verður undirvíst mikudagar frá september til mai og próvtøkan er í mai/juni. Fáa meiri at vita um hetta á setur.fo. Í nøkrum førum er nóg mikið at hava A-stig í enskum á miðnámsskúlanum.

Í serligum førum kunnu útlendskir umsøkjarar verða bidnir um at koma til samrøðu ella bidnir um at senda dømi um arbeiði. Hetta er serliga galdandi fyri tey, sum ætla sær útbúgvingar innan miðlar og list. Í Stóra Bretlandi er tað ikki vanligt at krevja arbeiðsroyndir, men tær kunnu telja rætta vegin í eini heildarmeting, tá ið søkt verður um upptøku. Somuleiðis kann tað vera ein fyrimunur at vera eldri enn 21 ár, tá ið tú søkir. Á altjóða skrivstovunum á lærustovnunum vita tey nærri at siga um, hvussu upptøkukrøvini eru til júst tær einstøku lærugreinirnar.

Søkir tú um upptøku til Master er kravið, at tú hevur lokið bachelorprógv ella samsvarandi innan somu høvuðsgrein. Tó eru eisini sonevndir Conversion Masters, sum eru masterútbúgvingar, sum eru serliga gjørdar til tey, sum ætla sær at royna at nýtt fakøki.

Mannagongd

1: Bachelor stig

Øll, sum søkja um upptøku á 'undergraduate programmes', ið vanliga enda við bachelorprógvi, skulu søkja gjøgnum Universities and Colleges Admissions Service (UCAS), sum samskipar upptøku á hægri lærustovnum í Stóra Bretlandi. Umsóknarbløð og annað tilfar fæst við at venda sær til UCAS ella British Council í Keypmannahavn ella á Altjóða Skrivstovuni. British Council hevur gjørt eina vegleiðing um, hvussu umsóknarblaðið skal útfyllast, hendan fæst eisini á Altjóða Skrivstovuni.

Umsóknarfreistin er vanliga 15. januar, men fyri studentar uttan fyri ES er freistin í flestu førum 30. juni. Tað er tó í øllum førum best at søkja innan 15. januar. Legg til merkis, at um tú ætlar tær at lesa á Oxford University, Cambridge University ella ætlar tær at lesa til lækna, tannlækna ella djóralækna so skalt tú søkja innan 15. oktober árið fyri tú ætlar tær undir útbúgvingina.

Hjá teimum, sum ætla sær at søkja um upptøku á lista- og sniðgevaraútbúgvingum, eru 3 høvuðsleiðir, annaðhvørt eftir Route A, Route B ella eftir báðum. Verður søkt inn á útbúgvingar, sum standa undir Route A í UCAS handbókini, skal umsóknarblaðið sendast til UCAS millum 1. september og 15. januar. Verður søkt inn á útbúgvingar sum standa undir Route B skal umsóknarblaðið sendast millum 1. januar og 24. mars. UCAS mælir til at senda umsóknirnar innan 7. mars so sleppur undan ringastu troktíðini.

Oyðublaðið
Eitt dømi um, hvussu oyðublaðið kann fyllast út, sæst á her.

2: Postgraduate stig
Tá ið søkt verður inn á postgraduate útbúgvingar, sum t.d. masterútbúgvingar, er eingin samskipað upptøka, men umsóknin skal sendast til tann einstaka lærustovnin. Umsóknarfreistirnar eru rættiliga ymiskar frá stovni til stovns, men eru vanliga millum februar og juni. Summir stovnar hava onga freist, men mæla studentunum til at søkja í so góðari tíð sum gjørligt. Tí er umráðandi at seta seg í samband við lærustovnin í so góðari tíð sum til ber, so tú fært kunning um upptøkutreytir og freistir. Oftani er vanligt at senda viðmæli frá t.d. onkrum professara ella øðrum lærara.

Góðkenningar

Sum heild kann sigast, at er útbúgvingin og stovnurin góðkend sum hægri útbúgving og er góðtikin av myndugleikunum í landinum, so er útbúgvingin eisini góðtikin í Føroyum/Danmark. Heitini, sum tú fært í útlandinum, nýtast ikki at týðast til okkara cand.mag og líknandi heiti.

Vilt tú kortini hava, at útbúgvingin verður mett eftir t.d. teimum donsku reglunum fyri t.d. at sleppa at brúka tey donsku heitini, kanst tú seta teg í samband við FIVU, tey kunnu geva tær eina vegleiðandi meting av útlendsku útbúgvingini.

Hevur tú tikið partar av eini útbúgving í útlandinum t.d. fyrsta árið av eini útbúgving og ætlar tær at lesa restina í einum øðrum landi, t.d. Danmark, skal søkjast beinleiðis til lestrarnevndina á deildini, ið tú ætlar tær at lesa á. Tey meta so um útbúgvingina og um hvussu hon hóskar til donsku skipanina. FIVU kann í slíkum førum vegleiða.

Serligar yrkisútbúgvingar
Summar útbúgvingar krevja eitt annað slag av góðkenning. Tað eru yrki, sum hava vard heiti og sum koma undir serligar lógir og kravt verður at longdin, bygnaður og innihald eru í samsvari við donsku skipanina. Dømi um slíkar útbúgvingar eru serliga innan heilsuøkið, har tað krevst autorisatión at virka sum t.d. lækni, tannlækni, sálarfrøðingur, fysioterapeutur, ergoterapeutur, sjúkrarøktarfrøðingur og jarðamóðir.

Umsókn um góðkenning av slíkum útbúgvingum skal ikki sendast til FIVU, men til avvarðandi myndugleikar.

Fígging

Studni kann lata upp til 80.000 krónur til at gjalda skúlapening (Tuition Fees) við. Treytin er at útbúgvingin er góðkend av SU. Møguleiki er at læna pening, um skúlagjaldið er hægri.

SU í Danmark letur stuðul til livikostnað upp til 4 ár. Um útbúgvingin er longri kann søkjast um ÚS frá Stuðulsstovninum í eitt ár meiri enn útbúgvingin er normerað til, tó vanliga ikki longur enn til seks ár tilsamans. Til ber eisini at læna eitt sindur hvønn mánað til livikostnað.

Ferðastuðul verður latin. Treytin er, at útbúgvingin skal vera longri enn seks mánaðir. Meiri fæst at vita á heimasíðuni hjá Studna.

Grunnar

Um tær tørvar pening, tá ið tú leggur fíggjarætlanina – tað er rættiliga vanligt – og tú hvørki hevur nóg góða uppsparing ella kann tráðroyna foreldrini so ber til at lána pening frá Stuðulsstovninum og frá SU. Ein annar møguleiki er at søkja pening úr ymsum grunnum, sum lata lesandi stuðul. Eitt yvirlit yvir grunnar fæst her.

Mann kann spyrja seg fyri á útbúgvingarstovninum, um tey møguliga hava scholarships, sum til ber at søkja um. Eisini ber til at spyrja seg fyri á British Council og The Council for International Education (UKCOSA), um tey hava lestrarstyrk, sum ber til at søkja.

Annað

1: Uppihaldsloyvi
Tá ið tu kemur til Stóra Bretlands, skalt tú vísa upptøkubræv frá lærustovninum og møguliga eisini prógv um, hvussu tú fíggjar útbúgvingina. Tá ið tú vísir upptøkubrævið ber til at fáa fyribils uppihaldsloyvið í Stóra Bretlandi. Vanliga skalt tú skrásera teg hjá lokalu løgregluni innan eina viku eftir at tú ert komin á lærustovnin.

2: Bústaðarmøguleikar
Flestu bretsku universitetini hava studentabýlið ella sonevnd 'halls of residence'. Plássið kann tó vera avmarkað. Vanliga hava útlendskir studentar framíhjárætt fyrsta árið. Flestu lærustovnarnir hava bústaðarávísing, sum kann hjálpa at finna ein bústað. Tað er góð hjálp, um tú ikki fær studentabýlið.

3: Løgfrøðilig ráðgeving
Í fyrsta umfari eigur tú at royna at fáa hjálp á altjóða skrivstovuni á lærustovninum. Tað kann vera, at universitetið sjálvt bjóðar løgfrøðiliga ráðgeving ella hevur samband við løgfrøðingar, sum veita hjálp. Annar møguleiki er at royna seg hjá Citizen Advice Bureau (CAB), sum veitir ókeypis rættarhjálp.

4: Bústaðir
Addressurnar hjá lærustovnum og stuttar lýsingar av nøkrum lærustovnum síggjast á hesi norsku heimasíðuni.

5: Skattur
Her ber til at lesa eitt sindur um skattaviðurskiftini hjá lesandi í Onglandi.

Slóðir við tilknýti til Stóra Bretland

Føroyska sendistovan í London
Har fæst kunning um ymisk viðurskifti í Stóra Bretlandi.

University of Aberdeen
Heimasíðan hjá University of Aberdeen.

The Robert Gordon University
Heimasíðan hjá Robert Gordon University í Aberdeen.

UCAS
Umsitur upptøkur til útbúgvingarstovnarnar í Stóra Bretlandi.