Svøríki

Á hesi síðuni ber til at lesa um Svøríki sum lestrarland, hvussu lesturin og útbúgvingarnar verða skipað og annað, sum er vert at hava í huga, tá ið tú hugsar um at lesa í Svøríki.

Fyrsta universitetið í Norðurlondum var í Svøríki. Tað var stovnað í 1477 í Uppsala, so Svøríki hevur drúgvar royndir við hægri útbúgvingum. Nakrir føroyskir studentar lesa á teimum tilsamans 13 universitetunum og 36 lærdu háskúlunum. Undirvísingarmálið er sjálvsagt svenskt, men tað man ikki vera nakar stórvegis trupulleiki hjá føroyingum. Lestrarútboðið er margfelt og møguleikarnir næstan óteljandi. Samstarvið millum norðurlondini er gott innan útbúgving og gransking, tí er tað sera lætt at sleppa til eitt annað Norðurland at lesa, td. Svøríki. Tú kann lesa meiri um útbúgvingarnar í Svøríki á studera.nu

Útbúgvingarskipanin

Felagsnavnið fyri hægri útbúgvingar í Svøríki er högskolan. Högskolan fevnir um allar hægri útbúgvingar, sum byggja á miðnámsskúlaútbúgvingar. Flestu hægri útbúgvingar í Svøríki verða veittar við almenn universitet og almennar háskúlar. Gransking er ein umráðandi partur av hægri útbúgvingum. Øll tey stóru universitetini í Svøríki hava umfatandi gransking, oftani er hendan ein natúrligur partur av undirvísingini. Hægri lestur er ókeypis í Svøríki, men á nøkrum privatum háskúlum verður gjald tó kortini kravt. 

Tað er Högskoleverket (HSV), sum umsitur universitet og háskúlar í Svøríki. HSV hevur eftirlit við hægru lærustovnunum umframt at veita gransking og menning innan økið góð kor. Tað er eisini til HSV, ið tú skal venda tær, um tú hevur spuringar um hægri lestur í Svøríki.

Verket för högskoleservice (VHS) er stovnurin, sum samskipar umsóknirnar til teir flestu lærustovnarnar. Yvirlit yvir hvøjrar stovnar og útbúgvingar VHS umsitur sæst á heimasíðuni og í kunningartilfarinum hjá teimum. Umsóknarbløð og annað fáast við at venda sær til VHS. Stendur útbúgvingin ikki á yvirlitinum, mást tú venda tær beinleiðis til lærustovnin, sum bjóðar útbúgvingina.

Lesturin

Útbúgvingin á svenskum universitetum og háskúlum verður veitt við fleiri skeiðum, sum kunnu setast saman til útbúgvingina. Tú kann velja ímillum at taka ymisk skeið, sum ikki hava samband hvørt við annað, ella lesa eftir eini lagdari lestrarætlan, sum veitir tær útbúgvingina. Undirvísingin á hægri lærustovnunum er partvíst løgd til rættis eftir lestrarætlanum, men til ber eisini at broyta partar av eini lagdari lestrarætlan. Ert tú sloppin inn á eina útbúgving, hevur tú samstundis atgongd til øll tey skeið, sum eru innan økið. Øll skeið í eini útbúgving enda við próvtøku.

Longdin á útbúgvingini verður mátað í stigum. Fyri at fáa prógv skalt tú hava minst 80 stig. Eitt stig svarar til eina viku fulltíðarlestur. Eitt fulltíðarskeið sum er eina lestrarhálvu telur 20 stig. Vanliga verður lestrarárið býtt í tvær hálvur, heysthálvu (september – desember) og várhálvu (januar – juni).

Prógv

Í høvuðsheitinum ber til at siga at tað eru fýra ymisk prógv, sum vera veitt á svenskum lærustovnum:

Högskoleexamen er felagsheitið fyri tey prógv, sum vera veitt fyri útbúgvingar sum geva 80 stig, tvs. 2 ára útbúgvingar. Högskoleexamen verður veitt á øllum universitetum og hægri skúlum.

Kandidatexamen (fil. kand) verður veitt fyri í minsta lagið 120 stig, tvs. minst trý ár. 60 stig skulu vera fingin eftir lestur í eini høvuðsgrein. Kandidatexamen verður veitt á øllum universitetum og hægri skúlum.

Magisterexamen (fil. mag) verður veitt fyri minst 160 stig, minst 80 stig skulu vera fyri eina høvuðsgrein. Magisterexamen verður veitt á teimum universitetunum og lærdu háskulunum, sum fáa granskingarstuðul og á teimum háskúlunum, sum hava fingið heimild til tess frá myndugleikunum. Magisterexamen tekur vanliga 4 ár og er tað slagið av prógvið, sum best kann sammetast við grundútbúgvingar í øðrum londum, td. BA og BS útbúgvingar.

Yrkesexamen verður veitt fyri alt millum 40 og 220 stig og kann føra til fleiri ymisk prógv. Hendan útbúgvingin er skipað eftir svenskari lóg, sum øll universitet og lærdir háskúlar skulu fylgja. Útbúgvingar sum td. lækni, djóralækni, sjúkrarøktarfrøði ella arkitektur eru Yrkesexamen-útbúgvingar.

Framhaldsútbúgvingar og granskaraútbúgvingar verða veittar á øllum universitetunum og á teimum háskúlunum, sum fáa granskingarjáttan. Fyri at sleppa inn á granskaraútbúgvingina skalt tú hava í minsta lagi 120 stig og av teimum skulu minst 60 vera á høvuðsgrein. Granskaraútbúgvingin fevnir vanliga um 160 stig og endar við doktararitgerð. Um tú ikki ætlar tær at taka alla granskaraútbúgvingina í einum ber til at taka licentiatsprógv eftir 2 ár, sum eru 80 stig.

Skiftisavtalur og partslestur

Um lærustovnurin hjá tær ikki bjóðar tær útbúgvingar ella tey skeið, sum hava tín áhuga ber til at taka partar av útbúgvingini í øðrum landi. Tú má seta teg beinleiðis í samband við útlendska lærustovnin og biðja um kunningartilfar, umsóknarbløð og annað. Til ber at taka eitt ella eitt hálvt ár útlendska lærustovninum.

Tá ið lestrarætlanin er greið skalt tú fáa tín lærustovn at góðskriva lestrarætlanina, so tað verður partur av útbúgvingini hjá tær. Hetta skal gerast áðrenn tú fert undir lesturin í útlandinum. Útbúgvingar sum taka upp til eitt ár og sum eru partur av hægri lestri kunnu fáa SU stuðul.

NORDPLUS

NORDPLUS er samstarvsskipanin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum lættir um hjá lærarum og næmingum í Norðurlondum at fara í annað Norðurland at lesa partar av útbúgvingini. Kravið er, at tú hevur lisið minst eitt ár á tínum lærustovni. Set teg í samband við stovnin at frætta meiri. Heimasíðan hjá Norðurlandaráðnum er her.

Upptøkutreytir

Fyri at sleppa inn á svensk universitet og svenskar lærdar háskúlar, skal studenturin prógva vanligan lestrarførleika frá miðnámsskúla ella samsvarandi. Eitt føroyskt miðnámsskúlaprógv váttar hendan førleikan.

Á einstøkum skúlum og einstøkum útbúgvingum eru serlig krøv, hetta er ymiskt frá skúla til skúla. Vilt tú hava meiri at vita, mást tú seta teg í samband við lærustovnin. Meira fæst eisini at vita frá VHS (Verket för högskoleservice)

Upptøkuroynd/Högskoleprovet

Nøkur av plássunum við svensku lærustovnarnar fara til fólk, sum hava verið til sonevnda Högskoleprovet. Hetta er ein roynd, sum skal prógva vitanina hjá studentinum. Royndin er 2 ferðir um árið og kostar 300 krónur. Til royndina um heystið er tilmeldingarfreistin 15. september og til royndina um várið er freistin 15. februar. Tú kanst taka royndina so ofta tú vilt og tað er besta úrslitið sum telur. Meiri fæst at vita um högskoleprovet á síðuni studera.nu.  

Umsóknir

Ætlar tú tær at søkja inn á stakar lærugreinir, skal umsóknin sendast til lærustovnin. Umsóknarfreistirnar til upptøku á universitetunum og lærdu háskúlarnar í Svøríki er 15. apríl til lestur á heysthálvuni og 15. oktober til lestur á várhálvuni. Tá ið tú søkir um upptøku til heilar útbúgvingar skal umsóknin sum oftast sendast Verket för Högsoleservice (VHS), sum samskipar upptøkuna til flestu útbúgvingar við hægru lærustovnarnar í Svøríki. Skalt tú hava meiri at vita, ber til at venda sær til VHS.
Nakrir lærustovnar eru ikki við í hesi skipanini, teirra millum Universitetið í Stokkhólmi. Umsóknirnar til hesar stovnar skulu sendast beinleiðis til stovnarnar. Minst altíð til at venda tær beinleiðis til stovnarnar, sama um teir eru við í skipanini ella ikki, fyri at vita hvør teirra mannagongd er.

Góðkenningar

Sum heild kann sigast, at er útbúgvingin og stovnurin góðkend sum hægri útbúgving og góðtikin av myndugleikunum í landinum, so er útbúgvingin eisini góðtikin í Føroyum/Danmark. Heitini, sum tú fært í útlandinum nýtast ikki at týðast til okkara cand.mag og líknandi heiti.

Vilt tú kortini hava at útbúgvingin verður mett eftir td. teimum donsku reglunum fyri td. at sleppa at brúka tey donsku heitini, kanst tú seta teg í samband við FIVU, Ministeriet for Forskning, Innovation og Videregående Uddannelser, tey kunnu geva tær eina vegleiðandi meting av útlendsku útbúgvingini.

Hevur tú tikið partar av eini útbúgving í útlandinum, tað kann td. vera fyrsta árið av eini útbúgving og ætlar tær at lesa restina í einum øðrum landi, td. Danmark, so skal søkjast beinleiðis til lestrarnevndina á deildini, sum tú ætlar tær at lesa á. Tey meta so um útbúgvingina og um hvussu hon hóskar til donsku skipanina. FIVU kann í slíkum førum vegleiða.

Serligar yrkisútbúgvingar

Summar útbúgvingar krevja eitt annað slag av góðkenning. Tað eru yrki, sum hava vard heiti og sum koma undir serligar lógir og kravt verður at longdin, bygnaður og innihald eru í samsvari við donsku skipanina. Dømi um slíkar útbúgvingar eru serliga innan heilsuøkið, har tað krevst autorisatión at virka sum td. lækni, tannlækni, sálarfrøðingur, fysioterapeutur, ergoterapeutur, sjúkrarøktarfrøðingur og jarðamóðir.

Umsókn um góðkenning av slíkum útbúgvingum skal ikki sendast til FIVU, men til avvarðandi myndugleikar. Meiri fæst at vita á fivu.dk.

Fígging

Sum í hinum norðurlondunum ber til at søkja um SU til vanliga livikostnaðin, tvs. bústað, mat og bøkur. Summir stovnar krevja skúlagjald og til ber at søkja SU um stuðul til skúlagjaldið.

Skalt tú fáa SU við tær í útlandið, krevur tað at tú fyrireikar teg í góðari tíð – helst fleiri mánaðir – søkir um at fáa útbúgvingina góðkenda. Tað ger tú við at útfylla oyðublað, sum eitur Ansøgning om godkendelse af uddannelse til SU og udlandsstipendium. Umsóknarblaðið er eisini á su.dk ella á studni.fo.

Ferðastuðul verður latin. Upphæddin fyri lesandi í Danmark er 2.400 kr, 4.000 kr. fyri lesandi úr restini av Evropa og 5.000 kr. frá restini av heiminum. Treytin er, at útbúgvingin skal vera longri enn seks mánaðir. Meiri fæst at vita á heimasíðuni hjá Studna.

Grunnar

Um tær tørvar pening, tá ið tu leggur fíggjarætlanina – tað er rættiliga vanligt – og tú hvørki hevur nóg góða uppsparing ella kann trároyna foreldrini, so ber til at læna pening frá Studna og frá SU. Ein annar møguleiki er at søkja pening úr ymsum grunnum, sum lata lesandi stuðul. Eitt yvirlit sæst á heimasíðuni hjá Altjóða Skrivstovuni undir Grunnar.

Bústaðarmøguleikar

Á øllum hægri lærustovnum í Svøríki eru feløg sum hjálpa studentunum bæði fakliga og sosialt. Hesi feløg hjálpa eisini studentunum at finna bústað. Fleiri av lærustovnunum hava eisini studentabýli knýtt at stovnunum. 

Serliga í teimum stóru býunum kann tað vera rættiliga trupult at finna bústað, og oftani verður tú noydd/ur at standa leingi á bíðilista. Fyri at sleppa inn í serligu studentabýlini, kann tað viðhvørt vera ein fyrimunur at senda umsókn um býli samstundis sum tú sendir umsóknina um at vera tikin upp til lestur. Tú fært meiri at vita um studentabýlini, við at venda tær beinleiðis til lærustovnin.

Hetta eru tvær hentar heimasíður hjá teimum sum skulu hava íbúð í Svøríki: 
Studentguiden og Bostad Direkt.

Ymisk kunning

Her eru nakrar hentar heimasíður hjá teimum sum skulu lesa í Svøríki 

Verket för högskoleservice (VHS)

Högskoleverket (HSV)

Svenska ambassadan í Keypmannahavn

AllaStudier.se - Síða um útbúgvingar í Svøríki og aðrastaðni.

Slóðir við tilknýti til Svøríki

Teologiska högskolan (Stockholm)

Örebro Missionsskola

Johannelunds Teologiska högskola

Göteborgs universitet

Sveriges Lantbruksuniversitet (SLU)

Karlstads universitet

Umeå universitet

Linköpings universitet

Uppsala universitet

Lunds universitet

Stockholms universitet

Örebro universitet

Högskolan i Borås

Högskolan i Trollhättan/Uddevalla

Högskolan Dalarna

Malmö Högskola

Högskolan på Gotland

Mittuniversitetet

Högskolan i Gävle

Högskolan i Halmstad

Högskolan i Jönköping

Linnéuniversitetet

Högskolan Kristianstad

Mälardalens högskola

Högskolan i Skövde

Södertörns högskola

Handelshögskolan i Stockholm

Ersta Sköndal högskola

Naprapathögskolan

Hälshögskolan i Jönköping

Röda Korsets Högskola

Gymnastik- och idrottshögskolan i Stockholm

Karolinska Institutet (KI)

Konstfack

Kungl. Konsthögskolan

Lärarutbildningar vid Stockholms universitet

Kungl. Musikhögskolan

Operahögskolan

Musikhögskolan Ingesund

Stockholms Musikpedagogiska Institut

Danshögskolan (DOCH)

Stockholms dramatiska högskola

Blekinge Tekniska Högskola

Kungl. tekniska högskola (KTH)

Chalmers Tekniska högskola (CTH)

Luleå tekniska universitet