Málslig fyrireikingarskeið

Henda skipanin veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar í ikki enskt-talandi londum, og er ætlað teimum, ið fara at lesa hægri lestur í hesum londum. Stuðulin verður í fyrstu atløgu veittur sum lán til skúlagjald og lán til livikostnað. Til skúlagjaldið verður veitt lán, tó vanliga í mesta lagi kr. 20.000,00. Skúlagjaldið umfatar bert útreiðslur, ið hava beinleiðis við lesturin at gera. Til livikostnað verður veitt lán. Lánsupphæddin, ið verður veitt hvønn mánað er mánaðarliga studningsupphæddin, sum til eina og hvørja tíð verður veitt til hægri lestur í Føroyum – skúlaárið 2021/2022 er henda upphædd kr. 4.484,00. Stuðulin verður í mesta lagi veittur í 6 mánaðir, men er talan um heilt fremmant mál, kann stuðul veitast í upp til 1 ár.

Tað serliga við hesi skipan er, at um tú, innan 15 mánaðir eftir at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fert undir hægri lestur á lærustovni í landi, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðnum, verða lánini umløgd til studning. Umleggingin verður framd, eftir at tú hevur tikið próvtøkurnar á fyrsta lestrarári í útbúgvingini. Um málsliga fyrireikingarskeiðið er undir lestrinum, verður umleggingin frá láni til studning framd, eftir at tann lesandi hevur skjalprógv frá lestrarstaði um lestrarvirkni og váttan fyri lokið málskeið. Um málsliga fyrireikingarskeiðið er eftir lokna útbúgving, verður umleggingin frá láni til studning framd, eftir at tann lesandi hevur skjalprógv fyri lokna útbúgving og váttan fyri lokið málskeið. 

Treytir

Fyri at verða heimilað til studning eru niðanfyristandandi krøv til málsligu fyrireikingarskeiðini: 

1. Skeiðini skulu vera málsliga førleikagevandi til hægri lestur. Hetta merkir, at luttøkan á skeiðnum ella tann endaliga próvtøkan á skeiðnum er á einum tílíkum støði, at tú nært tann málsliga førleikan, ið skal til fyri at lesa á hægri lærustovni. Skjalprógv, fyri at so er, má viðleggjast umsóknini. 

2. Skeiðini skulu vera fulltíðarskeið við í minsta lagi 15 tímum um vikuna. 

3. Skeiðini skulu eisini góðkennast av Studna.

Mannagongd

Best er at søkja um stuðul, áðrenn farið verður á málsliga fyrireikingarskeiðið. Umsóknarfreistin er tó fyrst úti, tá skeiðið endar. 

Umsóknarblaðið ”Umsóknarblað til málslig fyrireikingarskeið" verður saman við skjalprógvum sent Studna. Her verður hugsað um skjalprógv fyri, at tú fært tann málsliga førleikan, ið skal til fyri at lesa á hægri lærustovni.
  
Um umsóknin verður játtað, fært tú saman við játtanarskrivinum eitt skuldarbræv við eini upphædd, sum svarar til kostnaðin, ið Studni veitir í láni til skúlagjaldið og láni til livikostnað. Tað er henda upphædd, ið seinni kann verða umløgd til studning. 

Í fyrsta umfari rindar tú skúlagjaldið. Skúlagjaldsparturin verður útgoldin, tá skuldarbrævið og kvittanin fyri at skúlagjaldið er goldið eru Studna í hendi. Livikostnaðarparturin verður útgoldin mánaðarliga.