15. august 2019

Avloysarastarv sum útbúgvingarvegleiðari leyst at søkja

Talan er um avloysarastarv frá 1. oktober 2019 til 1. august 2020.

Eitt starv sum útbúgvingarvegleiðari er leyst at søkja. Talan er um avloysarastarv frá 1. oktober 2019 til 1. august 2020.

 

Vit sóknast eftir einum útbúgvingarvegleiðara at veita yvirskipaða vegleiðing og kunna um útbúgvingarmøguleikar og lestrarstuðul bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Starvið

Høvuðsuppgávurnar hjá útbúgvingarvegleiðaranum eru m.a.:

- at vegleiða fólki, sum ætla sær undir hægri lestur uttanlands

- at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum

- at kunna um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og uttanlands

- at veita lesandi beinleiðis vegleiðing og praktiska hjálp

- at vegleiða fólki innan avriksflutning (merit) og skiftislestur

- at kunna og vegleiða um lestrar-, stuðulsmøguleikar og treytir í Føroyum og uttanlands, serliga innan ÚSUN økið

- at kunna um Nordplus og vegleiða umsøkjarum í hesum sambandi

- at skipa fyri enskum málroyndum (IELTS)

- at skipa fyri kunnandi átøkum

- at ráðgeva lestrarvegleiðarum

 

Førleikakrøv

Vit vænta okkum m.a., at umsøkjari:

- hevur kandidat- ella masterútbúgving frá hægri lærustovni

- hevur útbúgving í vegleiðing ella aðra viðkomandi útbúgving

- leggur dent á at veita góða og skjóta tænastu

- hevur góðar fyrisitingarligar førleikar

- dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum

- hevur góð evni at samstarva

 

Vit bjóða

- eitt fjølbroytt starv í støðugari menning og í einum góðum arbeiðsumhvørvi

- eitt sjálvstøðugt starv, har tú fært møguleika til at gera tína ávirkan

- eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti úteftir

 

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvið er avloysarastarv frá 1. oktober 2019 til 1. august 2020.

Útbúgvingarvegleiðarin er staðsettur í Studna og kemur eisini at vera partur av vegleiðaraumhvørvinum á Vegleiðingarstovuni. Tann, sum verður settur í starv, má tola møguligar broytingar í starvinum.

 

Umsókn

Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:

Studna Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn ella t-post umsokn@studni.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. september 2019. Starvið verður at seta 1. oktober ella skjótast tilber.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Jørgen Meitilberg, leiðara á Studna, tlf. 555080.

Umsóknin er eisini tøk her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí