09. apríl 2021

Minst til at boða frá broyttum umstøðum

til dømis um tú gevst við lesnaðinum

Lesandi, sum fáa stuðul frá Studna, skulu beinanvegin boða Studna frá, tá ið tey gevast at lesa. Ov nógv útgoldin stuðul kann verða kravdur aftur. Tað er ábyrgdin hjá tí lesandi, at Studni fær fráboðanina.

Tú kanst boða Studna frá, við at senda ein teldupost til studni@studni.fo 

Yvirskrift, um tørvur er á tí