16. juni 2010

Føroyskir arbeiðsgevarar røkka nú teim lesandi

Yrkistænastan er eitt nýtt átak, sum skal virka fyri at styrkja sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og tey lesandi. Yrkistænastan er ein skipan, sum vendir sær beinleiðis til føroyingar undir útbúgving við upplýsingum um leys størv. Allir arbeiðsgevarar kunnu nýta hesa tænastu, sum fer at virka frá í dag. 

Tað er ein sannroynd, at føroyska samfelagið einans kann bjóða ein part av teimum útbúgvingum, ið eru neyðugar í dagsins samfelagi. Tí er tað sera umráðandi, at føroyingar leita sær út um landoddarnar at nema sær førleikar, sum kunnu vera við til at bera okkara land framá. Men tað er samstundis ein trupulleiki fyri føroyska samfelagið, at føroyingar ikki venda heimaftur eftir lokna útbúgving uttanlands. Yrkistænastan er amboðið, sum tryggjar sambandið við føroyingar, meðan teir eru uttanlands í útbúgvingarørindum. Tílíkar skipanir eru eisini at síggja í londunum rundan um okkum. 

Tað er Uttanríkisráðið, Vinnuhúsið, Stuðulsstovnurin og Meginfelag Føroyska Studenta, sum standa fyri hesum átaki.

Yvirskrift, um tørvur er á tí