Mánadag til hósdag kl. 10 - 14
Fríggjadag kl. 10 - 12
Mikudag er eingin telefonavgreiðsla
Telefon: +298 204060
Teldupostur: studni@studni.fo
Sum lesandi í Føroyum kanst tú, ið lýkur treytirnar, søkja um studning og lán frá Studna.
Føroyingar eru danskir ríkisborgarar og koma tí vanliga undir donsku SU-skipanirnar, tá ið vit lesa uttanlands - bæði í Danmark og øðrum londum. Studni hevur eisini serligar skipanir fyri føroyingar uttanlands.
Ert tú yvir 18 ár og fært mánaðarligan studning frá Studna, er møguligt at søkja um lán. Tað eru fleiri sløg av lánum.