Løgtingslógin um lestrarstuðul §19 bleiv broytt 08. desember 2023 til at stuðulsupphæddirnar sbrt. §§ 7-12 verða javnaðar tann 1. januar á hvørjum ári. Hetta talið er ásett til at vera 1,0271 fyri 2026.
Fyri lestrarstuðulin merkir hetta til dømis, at tey, sum lesa hægri lestur, nú fáa 5.278 kr. um mánaðin í mun til 5.139 kr. frammanundan.
Studni ynskir øllum eini gleðilig jól.