29. oktober 2020

Markleys útbúgving 2020

Seinastu mongu árini hevur verið skipað fyri útbúgvingarmessuni, Markleys útbúgving. Endamálið við tiltakinum er at upplýsa og kunna um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og uttanlands.

Orsakað av Covid-19, ber ikki til at halda Markleysa útbúgving í Norðurlandahúsinum eins og undanfarin ár. Markleys útbúgving verður talgild, og verður skipað sum eitt webinar á miðnámsskúlunum kring landið í trimum umførum. Byrjað verður síðst oktober, síðani verður eitt webinar í november og síðsta webinar verður í januar.

Um tú ella onkur tú kennir hava ivamál um útbúgvingar ella hava áhuga í tiltakinum, eru tit vælkomin at senda ein teldupost til Vegleiðingarstovuna (vegleiding@uvs.fo).

Yvirskrift, um tørvur er á tí