31. august 2020

Nordplus - umsóknarfreist til fyrireikandi vitjanir

er 1. oktober 2020.

Norðurlendska Ráðharraráðið hevur í tíðarskeiðinum 2018-2022 sett fimm Nordplus skipanir í gongd, ið eru ætlaðar at økja um samstarv og flytførið innan útbúgvingarøkið.

Ætlanin við Nordplus skipanunum er, at tær skulu styrkja norðurlendska-baltiska felagsskapin og samleikan, við støði í søguligu, mentanarligu og demokratisku felagseyðkennunum hjá londunum. Skipanirnar eru ætlaðar til undirvísing á øllum stigum.

Umsóknarfreistin til fyrireikandi vitjanir  í "Nordplus Junior", "Nordplus Voksen" og "Nordens Sprog" er 1. oktober 2020.

Hendan rundan, við freist 1. Oktober 2020, er bert til fyrireikandi átøk. Væntandi fæst svar umleið 6 vikur eftir freistina. Allir umsøkjarar skulu senda umsóknina umvegis umsóknarskipanina Espresso. Sí meira kunning her

 

Freistin til at søkja Nordplus um stuðul til eitt projekt er 1. feburar 2021.

 

Les meir um Nordplus https://www.nordplusonline.org/ 

Yvirskrift, um tørvur er á tí