Frá 1. januar 2021 er tað møguligt at fáa eitt "administrativt CPR-nummer" við at venda sær til Ríkisumboðið.
Tað eru ávísar treytir fyri at fáa eitt administrativt CPR nummar. Millum annað at man skal senda eina umsókn (leinkja er niðanfyri) til Ríkisumboðið, ella at møta upp hjá Ríkisumboðnum. Harafturat skal man vera danskur statsborgari og búgva í Føroyum. Les meira um hvussu søkir, og hvørji skjøl skulu verða við í umsóknini her: https://www.rigsombudsmanden.fo/sagsomraader/cpr-nummer/
Tá ið tú hevur fingið CPR nummar, ber til at søkja um at fáa eitt danskt NemID. Hetta krevur at tú skal møta á skrivstovuni hjá Ríkisumboðnum, og til hetta krevst ein ein bíleggur eina tíð.
Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ríkisumboðið, á telefon +298201200 ella umvegis teldupost: ro@fo.stm.dk.