Minst til at søkja
Fyri fyrstu ferð ber til at søkja um ferðastudning umvegis Vangan. Øll, ið hava P-tal og eru yvir 15 ár, kunnu søkja um Samleikan, rita inn á Vangan og har søkja um ferðastudning. Tað ber til at brúka Vangan uttan at búgva í Føroyum.
Á Vanganum verður væl skjótari og lættari at søkja um ferðastudning, tí tá slepst undan at undirskriva skjøl, skanna inn og senda til Studna. Sí meira á Vangin