16. juni 2010

Nýggir stuðulsmøguleikar til skúlagjaldið

Í føroysku lógini um lestrarstuðul stendur í § 6 stk. 4: “Í tíðarskeiðum, tá umsøkjari hevur rætt til samsvarandi stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum lestrarstuðulsskipanum, fæst ikki stuðul frá Stuðulsstovninum.” Hetta merkir, at hevur lesandi rættindi til stuðul frá øðrum lestrarstuðulsskipanum, skulu hesir møguleikar roynast fyrst. Síðsta árið hava føroysk lesandi fingið tveir nýggjar møguleikar at søkja um gjaldskúlastuðul. Niðanfyri verður stutt greitt frá hesum.

Gjaldskúlastuðulin til lesandi í Skotlandi 
Á heysti 2007 hendu nakrar broytingar, sum viðførdu at øll føroysk lesandi kundu fáa skúlagjaldið á skotskum bacelorútbúgvingum goldið av skotska lestrarstuðulsstovninum SAAS. Harafturat var eisini møguleiki fyri at fáa skúlagjaldið til ávísar masterútbúgvingar goldið. Inni á heimasíðuni www.saas.gov.uk/student_support/special_circumstances/postgrad_list.htm sæst, hvørjar master-útbúgvingar skúlagjaldstuðul fæst til í 2008-2009. Heimasíðan hjá SAAS er www.saas.gov.uk 

Lesandi føroyingar á bachelorútbúgvingum í Skotlandi skulu tí vanliga søkja SAAS um stuðul til skúlagjaldið og ikki Stuðulsstovnin. Lesandi føroyingar á masterútbúgvingum í Skotlandi skulu kanna um teirra útbúgving er á listanum (sí leinkjuna omanfyri). Um útbúgvingin er á listanum, skal tann lesandi seta seg í samband við lærustovnin og fáa staðfest, um viðkomandi er útvaldur til at fáa skúlagjaldið goldið av SAAS. Um SAAS ikki stuðlar, skal tann lesandi søkja Stuðulsstovnin. 

SU veitir skúlagjald til útvaldar lærustovnar 
Frá á heysti í 2008 hevur SU sett nýggja skipan í verk, sum veitir skúlagjald til lesandi á ávísum útbúgvingarstovnum uttanlands. Fyri at kanna um tín útbúgving er ein av hesum, far inn á www.su.dk og trýst á udlandsstipendium í vinstru síðu. Um tín útbúgving og útbúgvingarstað er á einum av teimum fýra listunum á heimasíðuni (Universitetslisten, Kulturministeriets liste, Undervisningsministeriets liste og Samarbejdsaftalelisten), skalt tú søkja SU um skúlagjaldstuðulin. Møguleiki er eisini at søkja, sjálvt um tín útbúgving ella útbúgvingarstovnur ikki er á listunum. Um SU ikki rindar ella bert rindar ein part av skúlagjaldinum er møguligt at søkja Stuðulsstovnin um tann partin, ið ikki fæst frá SU. 

Vilt tú vita meira um hesa skipan far so inn á SU-heimasíðurnar (sí omanfyri) ella á www.udlandsstipendium.dk Møguleiki er eisini at seta seg í samband við Altjóða Skrivstovuna www.ask.fo ella Stuðulsstovnin www.studul.fo um ivamál eru. 

Áheitan á øll, ið lesa undir ÚSUN-skipanini og øll, ið ætla at nýta skipanina framyvir 
Heitt verður á øll lesandi í ÚSUN-skipanini at kanna omanfyrinevndu møguleikar. Heitt verður eisini á øll, ið ætla sær út um norðurlond at lesa, at fara tíðliga í gongd við at kanna og søkja lestrarstuðulsstovnarnar, bæði SU, Stuðulsstovnin og SAAS, av tí at viðgerðartíðin ofta er fleiri mánaðir. Ikki minst er viðgerðartíðin hjá SU ógvuliga long í sambandi við SU-góðkenning av útbúgvingum. Og Stuðulsstovnurin kann ikki veita stuðul fyrr enn útbúgvingin er góðkend.

Yvirskrift, um tørvur er á tí