24. mars 2020

Studningurin verður útgoldin sum vant

Viðvíkjandi útgjaldi av studningi í sambandi við almennu koronatiltøkini

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur tikið stig til, at øll lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, á miðnámsskúlunum og vinnuskúlunum kring landið skulu vera heima við hús til og við 13. apríl 2020.

Lesandi eru at skilja sum lestrarvirkin heimanífrá, tískil verður studningurin útgoldin sum vant. 

Studningurin til lesandi uttanlands verður somuleiðis útgoldin sum vant, men um lesandi uppliva trupulleikar við at lestrarstovnurin t.d. ikki váttar lestrarvirkni, verða tey biðin um at seta seg í samband við Studna skjótast gjørligt. 

Yvirskrift, um tørvur er á tí